Spáka til venjing í Florida

Føroyska fótbóltslandsliðið er nú komið til Florida, har liðið verður á venjingarlegu næstu 10 dagarnir. Veðrið er av tí besta í sunnara parti av USA, og fyrstu dagarnar hava tað verið upp í 28 hitastig. Tíbetur hava tað eisini verið løtur, har tað hevur verið skýggjað í veðrinum.
Føroyska landsliðið heldur til Fort Lauderdale, og tað er í øllum førum stuttur teinur frá gistingarhúsinum og til venjingarvøllin. Vøllurin liggur beint við hotellið, og spælararnir skulu bara spáka teir 50 metrarnar yvir á vøllin.
Føroyska landsliðið skal venja og spæla dystir á venjingarleguni, sum varðar til 2. mars.