Við Universitetssjúkrahúsið UNN í Tromsø í Noregi finnast nakrir av heimsins fremstu serfrøðingum, tá ræður um fólk, sum hava verið fyri ógvusligari niðurkøling.
Fyrr í kvøld lósu vit á In.fo um kvinnu, sum var funnin úti í kava og kulda og endaði á sjúkrahúsinum í Molde í Noregi. Sambært sjúkrahúsinum miseydnaðist tað at bjarga lívinum á kvinnuni, sum eisini varð staðfest deyð.
Men, tá løgreglan kom á sjúkrahúsið og skuldi fara í holt við sínar kanningar fyri útiloka, at kvinnan hevði verið fyri einari brotsgerð, vísti tað seg, at kvinnan slett ikki var deyð kortini.
Hon byrjaði at røra upp á seg og geva ljóð frá sær, soleiðis at sjúkrahúsið enn einaferð fór í holt við at geva henni lívbjargandi hjálp.
- Teir sjúklingar, sum koma higar og verða hitaðir í hjarta-og lungamaskinuni á UNN í Tromsø, virka sum lívleysir, sigur yvirlæknin, Ole Magnus Filseth, sum hevur drúgvar royndir á sínum øki.
Yvirlæknin vísir á, at tað er ein ógvuliga stressað støða at vera í at vera útsettur fyri kulda og frosti. Við einum kropshita á 30 stig, megnar ein persónur ikki longur at taka hond um seg sjálvan.
Tað var TV2 í Noregi, sum í dag bar søguna um kvinnuna, sum hin 19. februar var staðfest deyð, eftir at hon var funnin úti í kavanum, men sum kortini vísti seg at vera livandi.
Og henda kvinna er eisini livandi í dag, nú vit skriva 17. mars.
”Aksidentell hypotermi” er eitt felli í kropshitanum, sum oftast stendst av vanlukku, skaða ella eitran. Lægsti kropshiti, sum er máldur og skrásettur á UNN í Tromsø hjá einum fólki, ið kom fyri seg aftur, er 12,7 stig.
Yvirlæknin, Ole Magnus Filseth, sigur við TV2, at niðurkøldir sjúklingar við hjartasteðgi eru komnir til lívs aftur á sjúkrahúsinum eftir fleiri tímar í einari hjarta-og lungamaskinu, men hann sigur seg ikki hava upplivað tað, sum hendi á sjúkrahúsinum í Molde.
- Slíkt kann vera komið fyri, men eg havi ikki hoyrt um tað áður í Noregi, sigur Ole Magnus Filseth, sum sigur seg hava ein russiskan starvsfelaga, ið hevur fortalt eina líknandi søgu úr Russlandi.
Yvirlæknin sigur, at søgan úr Russlandi var um ein mann, sum varð funnin lívleysur og lagdur í kølirúm. Hesin vaknaði aftur og spákaði sær út aftur á egnum beinum.