Tað verður nógv lagt fyri, tá Oyggjaleikir eru á skránni.
Hetta var sjónligt í judo-kappingini mánadagin, tá ein meira enn hálvsjúkur Áki Andreasen valdi at fara í holt við sínar dystir, hóast hann avgjørt ikki var so væl fyri, sum ynskiligt var.
Tvey ára miðvís venjing og møguleikin, sum júst nú var opin á Álandi vigaðu tó meira enn spýggisjúkan, og hóast viknaður, hevði Áki orku til at vinna seg í hálvfinaluna, har hann tóktist vera á sigurskós, tá bara sjey sekund vóru eftir.
Tá leyp Áki út av vøllinum at spýggja, og tað kostaði sigurin. Tað er nevnliga ikki loyvt at fara av máttuni, og so mátti Áki ásanna, at dómurin kann verða náðileysur. Og heldur enn at berjast móti Búgva Poulsen, mátti Áki fegnast saman við restini av føroyska liðnum um úrslitið, sum hóast alt gjørdist til bæði bronsu og gull.
- Ja, tað má eg so bara góðtaka, men eg rokni nú ikki við, at eg hevði klárað Búgva kortini. Hann er ótrúliga góður, og hann hevur venjari hjá mær øll árini.
Tú valdi at berjast, hóast tú vart sjúkur. Stóð nógv á?
- Eg var ikki so øgiliga illa fyri. Sjálvandi merkti eg tað, men tað var ongan tíð soleiðis, at eg umhugsaði at lata vera við at berjast. Men eg visti so ikki, at tað ikki er loyvt at fara at máttuni at spýggja. Eg ætlaði bara at fara útum, so eg fekk hatta av vegnum, áðrenn eg bardist víðari. Men tá varð eg so dømdur at tapa.
Um tú kendi reglurnar betur. Hevði tú so klára at hildið tær hasi sjey sekundini afturat?
- So hevð eg bara tikið tað innum lapellið hjá mær. Tí sjey sekund – tað er altso nóg so keðiligt.
Men tú vanst so bronsuna. Var tað eitt plástur á sárið?
- Ja, tað var tað sjálvandi. Og sjálvur kenni eg tað í øllum førum, sum havi eg vunnið silvur, staðfesti Áki Davidsen.
FAKTA
Fakta um judo
Einstaklingakappingar
÷66 kg
Búgvi Hanusarsson Hansen tapti bronsudystin.
Sigurd Bjørn Mørkøre kom ikki víðari frá innleiðandi kappingini
÷81 kg
Búgvi Poulsen vann gull.
Áki Davidsen vann bronsu
÷100 kg
Petur Sigurð Johannesen vann bronsu.
Ragnar við Streym tapti báðar teir innleiðandi dystirnir.









