Í fyrstu FM kappingini í Klaksvík á Nor_oyastevnu fyri einum mána_i sí_ani var Spógvin hjá Kappró_rarfelagnum NSÍ vinnari í kappingini millum dreingjamanningarnar. Sí_ani hevur gingi_ minni væl hjá Spógva dreingjunum.
Men leygardagin tóktist ta_ sum um, at ta_ rættuliga skuldi fara at glógva aftur. Spógvin leg_i sera bragdliga fyri, og á tí fyrsta teininum var hann so miki_ nógv av einari bátslongd frammanfyri hinar bátarnar, at møguleiki var fyri, at hann skuldi taka fremsta plássi_ frá Bliki, i_ vann bæ_i á Skálafjør_inum og á Hvalvík.
So fór ta_ at venda solei_is, sum ta_ hevur gjørt seinastu fer_irnar. Blikur tók seg fram, og saman vi_ honum fylgdu Havfrúgvin og Fípan Fagra, sum tær seinastu fer_irnar hava veri_ vi_ ímillum teir fremstu.
Blikur ró_i stútt og stø_ugt, og argjadreingir vunnu grei_an sigur. Teir vóru á málinum eina bátslongd undan næstu kappingarneytunum. Ta_ var sera tætt í kappingini um næstfremsta plássi_. Spógvin tóktist hava ilt vi_ at halda sær frammi í spíssinum. Ta_ tóktist sum um, at teir ikki funnu aldukambin, sum teir skuldu rí_a á. Heldur var ta_ aldudalurin, sum seyg fer_ina úr teimum.
Í sta_in vóru ta_ Havfrúgvin og Fípan Fagra, sum bjó_a_u av í kappingini um næstfremsta plássi_. Og hesa fer_ eydna_ist ta_ Fípuni Føgru at vinna kappingina um tey fimm stigini. Fípan var meiri enn eina hálva bátslongd frammanfyri Havfrúnna, sum aftur var eina bátslongd undan Spógvanum. Spógvin vann kappingina um fjór_a plássi_ dygst frammanfyri Síli_, sum bara var minni enn ein skut aftanfyri.
Talan er um rættuliga tætta kapping um næstfremsta plássi_. Eingin ivi er um, at Blikur fer at vinna FM. Blikur hevur 26 stig, Havfrúgvin hevur sekstan stig, og Fípan Fagra og Spógvin hava fimtan stig.










