Rættarmál
Dómur er nú fallin í Landsrættinum í málinum um nógv umrødda línuskipið Jógvan S, sum Sp/f Nakkur í Klaksvík átti. Tað var reiðaríið, ið hevði kært dómin, sum fall í Føroya Rætti hin 4. juli í 2006, til Landsrættin. Partarnir í málinum eru Sp/f Nakkur og Fiskimálaráðið.
Dómur í Føroya Rætti hevur áður veitt reiðarínum eitt endurgjald upp á umleið 2,6 miljónir krónur við rentum fyri mist veiðirættindi, tá táverandi fiskimálaráðharrin, Jacob Vestergaard, eftir politiskum trýsti gjørdi av at taka rættindini frá skipinum.
Sp/f Nakkur var ikki nøgt við hendan dómin, sum felagið tískil kærdi til Landsrættin. Kravið hjá felagnum var, at Fiskimálaráðið verður dømt at gjalda stívliga 8 miljónir krónur í endurgjaldi fyri mist rættindi.
Kravið upp á hesar 8 miljónir krónurnar bygdi Sp/f Nakkur á 800.000 krónur um árið fram til ár 2018, tá Fiskimálaráðið sambært lógini um vinnuligan fiskiskap kann inndraga veiðirættindi.
Eykarokning
Í dóminum, sum fall í morgun, vil Landsrætturin ikki geva reiðarínum í Klaksvík viðhald, men staðfestir hinvegin dómin í Føroya Rætti.
Haraftrat verður Sp/f Nakkur dømt at gjalda sakarmálskostnaðin til Fiskimálaráðið, sum er upp á 125.000 krónur. Hesin peningur skal gjaldast innan 14 dagar eftir, at dómurin er feldur.
Í sínum grundgevingum vísir Landsrætturin til dómin í Føroya Rætti, har sagt verður, at reiðaríið seldi skip og veiðirættindi fyri ein prís, sum var eitt vet hægri enn virðið á skipinum.
Landsrætturin metir, at reiðaríið við søluni av skipi og rættindum hevur fingið dekkað virðið av fiskirættindum og framtíðar fiskiveiðimøguleikum.
- Appellanten har således ikke lidt nogen tab på denne erstatningspost, sigur Landsrætturin í sínum grundgevingum.
Tað var Jógvan Páll Lassen, advokatur, sum umboðaði Sp/f Nakk og Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, sum umboðaði Fiskimálaráðið.