Sov teg klæna

Tað eru túsundatals uppskot til, hvussu tú kanst klænka teg ? men tú visti heilt víst ikki, at tú kundi sova teg klæna. Tað er týdningarmikið, at eitt vaksið fólk svevur millum sjey og átta tímar hvørja nátt. Svevur ein ikki nóg nógv, verður ein strongdur, og yvirskotið minkar.

 

Eitt ov lítið yvirskot ger, at ein kann kenna trongd til at eta seg til meira orku. At vera vakin longri gevur sjálvsagt eisini einum betri tíð at eta. Tað er tí lættligari at varðveita lætnina, um ein støðugt svevur millum sjey og átta tímar hvørja nátt.

 

Hinvegin kann tað hava øvugta ávirkan, svevur ein ov lítið, tí kroppurin brennur minni, tá hann svevur, skrivar Oestrogen á heimasíðu sínari.