Jólaaftan andaðist kanadiski sjónleikarin Heather Menzies-Urich, sum spældi Louisa Von Trap í filminum The Sound of Music. Hon varð 68 ára gomul.
Heather Menzies-Urich hevði leiklutin sum triðja av sjey systkjum í Von Trapp familjuni í sangfilminum, sum fekk fimm Oscar virðislønir í 1965, og sum eisini er tann filmurin, sum hevur forvunnið triðmest í filmssøguni í Amerika, skrivar DR.
Fyri fýra vikum síðani fekk Heather Menzies-Urich staðfest krabba í heilanum, og jólaaftan andaðist hon í heimi sínum í Frankford í Ontario.










