Meinhard Arge Joensen, sum er formaður í kórinum, greiðir frá, at hesin túrur var eitt stórt upplivilsi fyri tey. Ferðalagið taldi 64 fólk til samans. 53 sangarar í aldrinum 13 til 18 ár, fýra tónleikarar og sjey ferðaleiðarar. Men kórið er ikki bara sangarar. Tey hava eisini ein dansibólk og ein fimleikabólk, sum eisini høvdu onkra framførslu í Prag.
Tensingkórið Sound of Glory syngur allan tónleik. Alt frá sálmum og gospel til rokk og popp. Meinhard sigur, at tensingkór eru allastaðni kring um í heiminum. Tað eru ungdómskór, har tey ungu taka ábyrgd sjálvi.
? Okkara motto er: Ung ábyrgd ? vaksin nær ella hjávera, sigur Meinhard og greiðir frá, at tað merkir, at tey ungu eru við til at taka avgerðir, tey mynda nevndirnar, men tað eru tó tilkomin knýtt at kórinum kortini, sum virka sum vegleiðandi.
Túrurin byrjaði sjálvan Ólavsøkuaftan, tá tey fóru úr Føroyum til Bergens við Norrønu. Hetta varð gjørt, tí at tey skuldu fylgjast við einum norskum kóri til Prag. Sound of Glory varð stovnað í 1999 av einum norskum kórleiðara, sum var í Føroyum, men sum nú er fluttur av aftur landinum. Tískil hevur kórið norskar røtur, og hesar vórðu styrktar við tí, at kórið steðgaði í Noregi í nakrar dagar, áðrenn leiðin gekk til Prag.
Føroyakvøld
Meinhard, sum er 18 ára gamal, greiðir frá, at tey búðu á kollegium í Prag, og samanhaldið millum øll var av tí besta.
Hvør luttakari fekk eitt gult armband, sum var atgongumerki til sjálvt stevnuøkið, sum var í Lethnaparkini, sum er ein sera kend park í Prag. Har kundu luttakararnir so fara til ymisk verkstøð, ítróttartiltøk ella til arbeiðsbólkar. Har var ein ørgrynna av aktivitetum, sum tey kundu velja ímillum. Sumt meira seriøst enn annað.
Sama mannagongd var fyri allar dagarnar. Eftir morgunmatin fóru tey til hesa parkina, har tey byrjaðu upp á dagsins verk. Síðani var ein felagssamling og døgurði. Um kvøldarnar var ein stór høvuðssamling fyri øll og seinni út á kvøldið vóru sovorðin sokallaði "late night programs", har luttakararnir høvdu framførslur av ymsum slagi.
Føroyingarnir høvdu teirra framførslu í einum av fýra stórum tjaldum, sum vórðu sett upp í parkini. Og tey lata væl at kvøldinum.
Meinhard greiðir frá, at tey høvdu eitt Føroyakvøld. Kórið sang bæði føroyskar og enskar sangir, ein dansibólkur sýndi fram ein dans, fimleikarar gjørdu eina lítla seriu, tey vístu ein film um Føroyar og so høvdu tey tilfar um Føroyar liggjandi, sum fólk kundu taka við sær.
Og tá tey presenteraðu seg á pallinum hetta kvøldið var tað á fleiri málum. Á føroyskum, donskum, norskum, enskum, týskum, fronskum og russiskum. Hetta vakti ans millum áhoyrararnar. Tað russiska tók ein av ferðaleiðarunum sær av. Hon er mamma ein av limunum í kórinum, og hon er úr Prag, so kórleiðslan helt tað vera so líkatil at biðja hana vera ein av ferðaleiðarunum.
Tey vóru tó ikki hvønn dag í parkini. Tey nýttu eisini høvi til at ganga runt í Prag og vitja fleiri søgulig støð.
Á vegnum heimaftur steðgaðu tey ein dag í Noreg. Og tann 13. august var ferðalagið aftur í Havn. Troytt, men glað og vælnøgd við ein hendingaríkan og sera spennandi túr.
Meinhard Arge Jensen sigur, at hetta so avgjørt er nakað, sum kórið hevði havt hug at roynt aftur.
? Eg veit ikki, nær nakað verður aftur í Prag, men onkur uttanlandatúrur afturat, tað verður tað uttan iva til, sigur hann at enda.









