Spanski fyrsti stýrimaðurin greiddi frá, at klokkan var 18.40 føroyska tíð, tá vanlukkan hendi.
Sjálvur var hann í kahyttini um ta tíðina, men annar stýrimaðurin á brúnni sá hendingina og kom leypandi at siga honum frá
Hann hevðu verið á brúnni til beint áðrenn, men var júst farin niður í kahyttina hjá sær at gera seg til reiðar at skaffa nátturða.
Hann hoyrdi tá eitt lítið brak og merkti, at maskinan sló bakk. Hann hugsaði tó ikki so nógv um tað, tí tað var ein vanlig hending. Men tá so annar stýrimanðurin kom stórleypandi niður undir og greiddi honum frá, at ein maður var farin fyri borð, leyp hann út á dekkið.
Hann fekk hinar á dekkinum at byrja at hála gørnini inn aftur, og síðani fór hann upp á brúnna at leita við ljóskastaranum.
Tað tók á leið 40-45 minuttir at draga tey um 40 gørnini inn, sum teir tóku, og síðani var kvett. Teir mettu, at eini seks gørn vóru farin út, eftir at maðurin fór fyri borð.
Fyrsti stýrimaðurin greiddi síðani frá, at teir sóu styvlan hjá horvna manninum á sjónum við síðuna av skipinum.
Tað var føroyski skiparin, ið boðaði MRCC frá.
Stýrimaðurin greiddi frá, at teir altíð brúka hjálm og bjargingarvest umborð, men tað kundi henda, at onkur kanska slapp sær undan. Hann segði, at skiparin altíð viðmælur, at manningin nýtir trygdarútgerðina.
Akta menn ikki, fáa teir boð um at nýta útgerðina.
Hann greiddi víðari frá, at tað eru skiparin og annar stýrimaður, sum standa fyri trygdini umborð.
Hann segði, at eitt uppslag er umborð sum sigur, hvussu manningin skal fyrihalda sær, um maður fer fyri borð, men at tað hendi so skjótt, at har var einki at gera.
Hann segði eisini, at trygdarvenjing er eina ferð um mánaðin, ella í hvussu er tá nýggjur skipari kemur umborð, seks vikur ímillum.
Um uppslagið segði fyrsti stýrimaður, at tað var á føroyskum og enskum, men at tað vóru ikki allir umborð, ið skiltu enskt. Hann segði eisini, at uppslagið hekk bæði í stýrhúsinum og í messuni.
Hann greiddi frá, at at vanliga eru tveir mans á dekkinum, tá gørnini verða sett, og orsøkin til, at teir vóru tríggir hendan dagin var, at tað var lítið at gera á fabrikkini.
Hann segði víðari, at teir á brúnni arbeiða í 10-12 tímars vaktum, meðan vaktirnar á dekkinum eru tvær ferðir fýra tímar við pausu ímillum. Maðuri, sum fór fyri borð, skuldi hava frívakt 15 minuttir áðrenn vanlukkan hendi.
Tað var rímiliga stórt ósamsvar ímillum tær báðar frágreiðingarnar fyrrapartin, má staðfestast.