Sóu neyðrakett á Eiðinum í Vági

Beint fyri klokkan 23 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevði sæð eina neyðrakett á Eiðinum í Vági.

 

Fólk sóu hana dala niður og boðaðu beinanvegin løgregluni frá. Neyðrakettin lendi á bønum beint uppi yvir fótbóltsvøllinum.

Løgreglan setti síðani alt í gongd, MRCC fekk boðin, tyrla varð send suður, og Brimil fekk boð um at seta kósina tann vegin eisini.

 

– Vit fingu boð frá MRCC at sigla suður, og tað gjørdu vit eisini. Men vit komu ikki suður, tí tyrlan var har áðrenn, og teir leitaðu og sóu einki. Tí blivu vit leysgivnir av uppgávuni, áðrenn vit komu suður, sigur Elias Zachariassen, skipari á Brimli. 

 

Hann sigur eisini, at tað var ódnarveður vestanfyri í nátt.

 

Ein sum var við í bjargingarliðnum hevði møtt onkrum bili vestur á Eiðið, men hevði ikki givið sær gætur, hvør tað var. Tað verður hildið, at fólk á landið hava skotið rakettina.

Vaktleiðarin sigur, at tað kemur sera illa við, at fólk skjóta neyðrakettir soleiðis, tí nógv verður sett í gongd.

– Tað er spill av kreftum, sum eru ætlaðar at brúka til bjarging, sigur hann.

Løgreglan veit ikki, hvør hevur sent neyðrakettina.