Svenska valiÐ
Árni Joensen:
? Gøran. Gøran. Gøran.
Lógvabrestirnir rungaðu í valhølinum hjá sosialdemokratiska flokkinum í Stockholm sunnukvøldið, tá tað var vorðið greitt, at flokkurin hevði fingið eitt nógv betri valúrslit, enn veljarakanningarnar høvdu sagt.
Tann einasti, sum ikki tóktist ovfarin av úrslitinum, var forsætisráðharrin sjálvur.
-? Eg kendi tað á mær, tí eg fekk varhugan av hesum ta seinastu vikuna upp undir valið, segði ein fegin Gøran Persson.
Sosialdemokratarnir fingu 40,1 prosent av atkvøðunum ímóti 36,4 prosentum á valinum fyri fýra árum síðani. Fyrrverandi kommunistarnir, Vinstri, fekk 8,4 prosent og Umhvørvisflokkurin 4,6 prosent. Saman hava teir tríggir flokkarnir 191 av teimum 349 tingsessunum.
Sosialdemokratunum og Vinstra vantar bert ein tinglim í at hava meiriluta einsamallir, og tað er ikki óhugsandi, at fínteljingin kann geva teimum ein tinglim afturat.
Teir borgarligu og serliga formaðurin í Fólkaflokkinum, Lars Lejonborg, róðu sunnukvøldið upp undir at fáa Umhvørvisflokkin at stuðla eina borgarliga stjórn, men politiskir eygleiðarar í Stockholm siga, at hesin møguleikin er lítil og eingin. Ein av talsmonnunum hjá Umhvørvisflokkinum, Peter Eriksson, segði, at mál floksins er at skipa stjórn saman við sosialdemokratunum.
Umhvørvisflokkurin hótti í valstríðnum við at fella eina sosialdemokratiska stjórn, fekk flokkurin ikki ráðharrasessir í stjórnini, men eygleiðarar vænta kortini ikki, at flokkurin fer at gera álvara av hóttanini.
Upp og niður
Hjá teimum borgarligu flokkunum royndist valið ymiskt. Fólkaflokkurin fekk sum væntað sera stóra framgongd og fór úr 4,7 upp í 13,2 prosent av atkvøðunum. Men tann stóra framgongdin hjákpti ikki tí borgarliga vonginum stórvegis, tí meginparturin av framgongdini hjá Fólkaflokkinum kom frá hinum borgarligu flokkunum. Soleiðis mistu Moderatarna nógv og fór úr 22,9 niður í 15,2 prosent, meðan Kristiligu demokratarnir fóru úr 11,8 niður í 9,2 prosent av atkvøðunum. Miðflokkurin hevði haafturímóti eina lítla framgongd.