Miðskeiðis í Istedgade í Keypmannahavn liggur herbergið Mændenes Hjem. Síðan 1960 hevur húsið verið staðið, har heimleys í Keypmannahavn kunnu venda sær og fáa hjálp fyri ymiskar sosialar og menniskjaligar trupulleikar. Mitt í rokanum er føroyingurin Tummas Olsen, ið seinastu níggju árini hevur starvast á herberginum.
Hvønn dag koma umleið 500 fólk inn í hølini hjá Mændenes Hjem har tey fáa hjálp av ymiskum slag. Og av teimum 500 eru tað einans umleið 5 prosent av teimum, ið megna at lyfta seg úr aftur tí støðu, ið tey eru endað í.
- Tey hava eina familju, arbeiði, halda seg burtur frá tí skaðiliga umhvørvinum og eg kann møta teimum til ein dýst á einum fótbóltsvølli. Tað eru hesi, ið gera, at man heldur út. At man trýr upp á hetta. Ikki bara tað, at eg skal nøkta tín tørv í dag, men at tað er ein møguleiki fyri, at tú kemur burturúr hesum og fær eitt annað lív ein dag. Tað eru tey fimm prosentini, ið gera, at eg haldi á, sigur Tummas Olsen við Vikuskiftis-Sosialin.
Til ber at lesa eina longri samrøðu við Tummas Olsen í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.










