- Tað er trupult at kenna mein í annans bein, tó tað kann vera so mangt, sum fær fólk at fara um vanlig, almenn viðtikin atburðarmørk. Summi megna ikki altíð at stýra sær nóg væl. Nógv tilelving til atburð er enntá í sálardýpinum dult ella ótilvitað, sjálvt fyri persóninum sjálvum. Sálardýpið er fyri okkum ein stórur loyndardómur.
Tað sigur Eyðun Joensen, pensioneraður sálarfrøðingur, tá hann verður spurdur um hvat tað er, ið fær summi menniskju at fara um tey lógligu og moralsku mørkini hjá einum samfelag.
Pensioneraði sálarfrøðingurin vísir til tankarnar hjá kenda eysturríkska sálarfrøðingin Sigmund Freud, tá ið hann skal útgreina, hvat hann sipar til.
- Gamli Freud ímyndaði sær í síni tíð sálarskipanina sum eitt ísfjall, har bert toppurin kemur undan og er sjónskur fyri okkum sjálvum og øðrum. Tí kann tað vera trupult at gruna um fjald persónsløg undir vatnskorpuni og harvið sálardýpinum, tíansheldur grugginum niðast í sálarskipanini, sigur Eyðun Joensen.
Til ber at lesa eina longri samrøðu við Eyðun Joensen í temanum í Vikuskiftis-Sosialinum. Hesaferð snýr temaið seg um rættarmálið í Lyngby. Til ber at keypa Vikuskiftis-Sosialin í sølubúðum kring landið.