- Pínan er uttan iva tann størsti trupulleikin hjá mær, og eg vil ikki tosa við onnur um hana. Fyri meg er pína ikki ein likamligur trupulleiki, men heldur ein sálarligur trupulleiki, sum tekur alla orku frá mær.
Tað sigur 23 ára gamla Mirjam Kambsskarð Berg, ið fyri tveimum árum síðan fekk staðfest sjúkuna sklerosa. Sklerosa er ein nervasjúka, har immunverjan loypir á nervarnir og brýtur teir niður.
- Eg havi tað sum kallast attakvis sklerosa. Tað vil siga, at eg fái attakir. Tað kann sum oftast síggjast sum ein plettur á heilanum, tá nervarnir verða raktir, og man fær sjúkueyðkenni sum lammilsi, niðursetta styrki ella skerda kenslu í kroppinum, greiðir Mirjam Kambsskarð frá.
Til ber at lesa eina longri samrøðu við Mirjam Kambsskarð um lívið við sjúkuna í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.