Sosialurin og sannleiki

Onki lyfti er brotið og onki skeivt er farið fram viðvíkjandi valum av landsstýrismonnum hjá Tjóðveldisflokkinum.

 

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum

?????????????????????????????????????


Onki lyfti er brotið og onki skeivt er farið fram viðvíkjandi valum av landsstýrismonnum hjá Tjóðveldisflokkinum. Sosialurin hevur óteljandi ferðir skrivað hetta á forsíðu og í yvirskrivtum ? hóast blaðið skrivliga hevur fingið bjóðað innlit í alt málið og kundi havt skrivað sannleikan.

Sostatt ber Sosialurin skeiv tíðindi, hóast blaðið hevur allar møguleikar at lýsa málið til fulnar.


Undirritaði fer ikki at gera viðmerkingar til úttalilsir ella greinar hjá Signari á Brúnni. Tað er demokratiski rættur hansara at siga tað, sum honum liggur á hjarta. Eg fari ikki út í eitt orðaskifti um persónar.

Politiskt arbeiði snýr seg ikki fyrst og fremst um persónar. Tað snýr seg um at stríðast fyri eini hugsjón, at taka avgerðir og at fara rætt, reiðiliga og demokratiskt fram, tá avgerðir verða tiknar.

Tíbetur kann eg siga, at soleiðis hevur verið viðvíkjandi teimum valum, ið eru tikin viðvíkjandi landsstýrismannaskiftum hjá Tjóðveldisflokkinum í hesum valskeiðnum.

Sosialurin hevur tó sum tíðindamiðil fleiri ferðir borið beinleiðis skeiv tíðindi um hesi mál, og hevur tíverri ikki viljað rættað síni ósannindi.

Tí verður hendan rættleiðing gjørd.


Einmæld avgerð

Tað var ein virðilig avgerð, tá undanfarni landsstýrismaður legði frá sær og bað um ein kanning av sjónvarpsmálinum. Ein avgerð, sum bygdi á, hvat var best fyri álitið á politisku skipanina, og hvat var best fyri politiska arbeiðið hjá Tjóðveldisflokkinum og arbeiðið í landsstýrinum.

Tá kanningin dróg út, varð eisini beinanvegin viðgjørt, hvat nú var best fyri Tjóðveldisflokkin og arbeiðið í landsstýrinum, har ein landsstýrismaður røkti tvey stór málsøki. Undirritaði mælti til, longu tá nakrar vikur vóru lidnar, at best var at velja nýggjan landsstýrismann, men legði dent á at tosa við fráfarna landsstýrismannin fyrst, og at hann skuldi góðkenna, at hetta varð gjørt.

Eftir nógvar samrøður millum undirritaða og fráfarna landsstýrismannin og eftir viðgerð í tingbólki og floksstjórn Tjóðveldisfloksins, var tað ein einmæltur tingbólkur (harundir fráfarni landsstýrismaðurin), ið gjørdi av, at nýggjur landsstýrismaður átti at veljast fyri restina av valskeiðnum. Tí tað gagnaði flokkinum best í teirri støðuni.

Sostatt er onki lyfti brotið ella nakað skeivt farið fram.


Sama søga aðru ferð

Tað var ein virðilig avgerð, tá næsti landsstýrismaðurin valdi at leggja frá sær. Ein avgerð, sum bygdi á, hvat var best fyri álitið á politisku skipanina, og hvat var best fyri politiska arbeiðið hjá Tjóðveldisflokkinum og arbeiðið í landsstýrinum.

Tjóðveldisflokkurin viðgjørdi síðani, hvat best var at gera í hesi støðu, og valið fall á at velja ein nýggjan landsstýrismann restina av valskeiðnum.

Sjálvandi kann ónøgd vera við tey val og tær avgerðir, ið fara fram í einum stórum flokki ? og tað hevði verið løgið annað.


Sosialurin ber ósonn tíðindi

Men Sosialurin hevur eftirhondini fleiri ferðir skrivað sum tíðindamiðil ? bæði á forsíðuni og í yvirskrivtum - um at lyfti eru brotin og at Tjóðveldisflokkurin og undirritaði skulu hava svikið nakran. Hvørja ferð hevur Sosialurin fingið at vita, at eg ikki ynski at fara í eitt persónsstríð, men um blaðið ynskir at kanna málið og at finna sannleikan, so eru blaðfólkini vælkomin at síggja fundarfrágreiðingar og annars at spyrja øll, sum hava verið við í viðgerðini.

Hetta hevur blaðið ikki ynskt, og hevur sostatt ikki fylgt nøkrum journalistiskum reglum um at lýsa eitt mál til fulnar. Tí ber Sosialurin beinleiðis ósonn tíðindi, hóast blaðið hevur allar møguleikar at lýsa veruleikan.


Betri uppiborið

Tað er harmiligt og vánaligt móti øllum pørtum. Eg haldi, at Tjóðveldisflokkurin og landsstýrisumboð hansara hava roynt at tikið skilagóðar avgerðir og hava tikið avleiðingar av málum, ið skapa trupulleikar fyri at fremja politikk. Ongin av teimum landsstýrismonnum, ið hava lagt frá sær, hava gjørt nakað ólógligt ella persónliga illgrunavert. Men hava kortini gingið undan fyri at skapa álit á politisku skipanina (nær er tað hent áður í føroyskum politikki?).

Tí haldi eg eisini, at bæði persónarnir og Tjóðveldisflokkurin hava betri uppiborið, enn at gerast lutur í yvirskrivtum og tíðindagreinum í einum blaði, sum onki hava við sannleikan ella við reiðiligan journalistikk at gera.