Sosialurin, nazisman og fundamentalistar

Svenning av Lofti

Hugaligt var at lesa oddagreinina "Ongantíð aftur" í Sosialinum herfyri, har skrivað varð um fall nazismunnar fyri seksti árum síðani. Eg fegnist saman við oddagreinskrivaranum um, at tað eydnaðist at basa nazismuni. Somuleiðis tá sagt verður: "Hvørki nazisma ella rasisma kunnu góðtakast og eiga øll rætthugsandi menniskju at vera á varðhaldi."
Tí skilji eg ikki at politikkarar, blaðfólk og at Sosialurin sjálvur í oddagreinum hevur nýtt orðið "fundamentalistar" um bíbliutrúgv kristin í okkara egna landi, vitandi at orðið hevur fingið negativan og illavorðnan týdning, og verða tí tey, sum verða skýrd at vera "fundamentalistar" í Føroyum sammett við islamiskar fundamentalistar, sum spreingja seg sjálvar, hús og sakleys fólk í luftina.
Nazisman nýtti júst hendan framferðarháttin: At kalla jødar fyri líkt og ólíkt og soleiðis lítisvirða tey sum menniskju og mettu tey vera "undirmenniskju". Úrslitið gav seg skjótt til kennar: Handlar og synagogur hjá jødum vóru rænd og brend í grund. Jødar máttu bera spjaldur - jødastjørnuna - ið boðaði frá, at tey vóru ein undirmettur tjóðflokkur og soleiðis kundu verða jagstraðir, niðraðir, niðurgjørdir og háðaðir. Men hetta var eisini miðvísa ætlan nazistanna. Haldi kortini ikki at hetta er miðvísa ætlanin hjá Sosialinum og øðrum fjølmiðlum.
Men eg vil við hesum peika á hvussu propagandamaskinan hjá nazistunum arbeiddi. Tað byrjaði í smáum, men endaði í ljósum loga og í roykinum frá gasskømurunum í týningarlegunum.
Tað var ein føroyskur politikkari, sum í sínari tíð hevði tað fyri at samanbera føroyskar javnaðarmenn við kommunistar. Hetta var ein skeiv og niðrandi samanbering. Endamálið var eyðsæð: At geva eina villeiðandi og ræðandi mynd av landsmonnum, ið vóru politiskir mótstøðumenn og samanbera teir við ómenniskjansligu brotgerðirnar, ið kommunistarnir framdu, t.d. í gamla Sovjetsamveldinum.
Tí er mín áheitan á blaðstjóran á Sosialinum og aðrar fjølmiðlar um at ikki at nýta orðið fundamentalistur um landsmenn sínar, vitandi at hetta orðið hevur fingið ein so ljótan negativan týdning orsakað av ómenniskjaligum yvirgangsatsóknum úti í heimi. Betri er at nýta orðið "bíbliutrúgvur", at hann ella hon eru bíbliutrúgv.