Hóast tað einans eru 0,42 prosent av Føroya fólki, ið eru skrásett at búgva á einum av teimum áttu útoyggjunum, so er tað trupult at finna eitt stað at búgva á útoyggj.
- Í løtuni ber slett ikki til at seta búgv á útoyggj og soleiðis hevur tað verið leingi. Ungdómar mugu búgva inni hjá foreldrunum ella øðrum. Tað hevur eydnast onkrum, at fingið hendur á onkrum hendingar grundstykki ella húsi, men sum heild er tað ikki gjørligt. Fólk vilja helst ikki av við sínar ognir, og tá okkurt er til sølu, er tað dýrt, tí man er í kapping við útlendingar, sigur Olga Biskopstø, samskipari hjá Útoyggjafelagnum.
Hon harmast um støðuna, og vísir á, at fyrsta fortreytin fyri at ung búsetast á útoyggj er, at tey hava okkurt stað at búgva. Tá so veruleikin er ein annar, metir hon, at politiski myndugleikin má handla.
- Tað er uppgávan hjá kommununum at tryggja, at tað er møguligt at útstykkja, keypa bílig grundstykkir ella leiga eina leiguíbúð á slíkum støðum. Kommunurnar kunnu eisini fara í samstarv við Bústaðir, um áhugi er fyri at menna útoyggjarnar. Og um tað frá landspolitiskari síðu er ynski um, at menna útoyggjarnar, ber til at áleggja kommununum at tryggja, at fólk hava møguleikin at ogna sær ein bústað, sigur hon.
Til ber at lesa meira um útoyggjarnar í Vikuskiftis-Sosialinum, har temaið temaið hesaferð er um útoyggjarnar. Blaðið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.