Brot úr Vikuskiftis Sosialinum. Les meira í blaðnum, sum fæst til keyps kring landið.
- Vit hava meldað eftir tilmæli frá Bárður Larsen, sigur Eyðun Mørkøre, sum í vikuni hevur sagt alment fleiri ferðir, at Taks ikki er villleitt av Eik. Spurningurin er so, hvussu tað ber til, at ákæruvaldið nú skal kanna, um Eik hevur brotið lógina, tá ið skattavaldið samstundis sigur, at einki lógarbrot er farið fram.
Paradoksið í tí, sum fór fram týsdagin í hesari vikuni, hevur neyvan sæð sín líka áður. Tí meðan skattavaldið hevur meldað Eik til løgregluna, hevur Taksstjórin samstundis alment sagt, at Eik ikki hevur villleitt myndugleikarnar. Størsta ivamálið, sum ikki ber til at fáa svarað frá fútanum nú orsaka av summarfrí er, um ákæruvaldið yvirhøvur kann viðgera hetta málið, tá ið tann, sum hevur meldað, ikki heldur nakað skeivt er gjørt.
Eitt annað, sum skríggjar til himmals er, hvussu Taks í dag kann hava ein stjóra og ein bráðfeingisstjóra, sum eru so ósamdir um hetta málið.
Tí eitt er skattafrádrátturin sjálvur – hann er ikki áhugaverdur longur, tí avgerð er tikin, frádrátturin er 0 krónur.
Hitt avgerandi er hinvegin, sjálv tilgongdin í málinum. Tí óansæð, um tað hevur eydnast tær ella ikki, so er tað ólógligt at royna at villleiða skattamyndugleikarnar við tí fyri eyga, at fáa skattligan fyrimun.
Og tað er hetta, sum Bárður Larsen metir neyðugt at kanna. Hóast almenningurin ikki hevur sæð alla frágreiðingina hjá Bárði Larsen, so er tað tó greitt, at bráðfeingisstjórin í Taks heldur tilgongdina í málinum lena seg ov nógv at paragraffini um villleiðing, og tí vil hann hava ákæruvaldið at kanna hetta nærri.
Taksstjórin, Eyðun Mørkøre er tó ikki samdur, sjálvt um hann hevur tikið tilmæli til eftirtektar.
Hann vil heldur vera við, at einki villleiðandi er farið fram.
Norðlýsið skrivaði í gjár burturúr frágreiðingini, sum almenningurin enn ikki hevur sæð, men sum Norðlýsið hevur fingið innlit í. Her stendur at lesa millum annað:
At Eik fram til fyrru avgerðina 30. Juni 2015 afturhelt upplýsingum og teknaði eina mynd av málinum fyri TAKS, ið var egnað til at geva eina ófullfíggjaða og skeiva mynd av málinum, tað váttar eisini seinni gongdina í málinum, tá málið tíðliga í 2016 verður tikið upp aftur.
Og víðari:
- Í hesum málinum hava grannskoðarar og onnur beinleiðis leitt uppmerksemið hjá leiðsluni í Eik á, hvat er týðandi at fáa avklárað við TAKS. Tá Eik kortini ikki sigur nakað um tað og ikki gevur upplýsingar um hesi viðurskifti til TAKS, so er nærliggjandi at halda, at tað liggur eitt tilvitað val aftanfyri, um ikki at geva TAKS teir upplýsingar, sum kunnu leiða TAKS á ”skeiva” kós móti eini avgerð, ið ikki er til fyrimuns fyri Eik.
-Tískil heldur undirritaði, at tað hevði verið rættast at latið fútanum málið, so fútin kann leggja eina praksis og gera av, um vantandi upplýsingum av málinum frá síðuni hjá Eik eftir hansara meting kemur undir …”á annan hátt villleiðandi upplýsingar".










