- Eg vil altíð hava áskoðararnar at vera ein part av framførsluni. Um áskoðararnir ikki eru við uppá tað, so føli eg, at eg ikki havi gjørt tað nóg gott, sigur royndi sangarin, Søren Haugaard Pedersen, sum saman við bólkalimunum í Hitmen altíð tryggjar sínum áskoðarum eina góða veitslu.
Í umleið 10 ár hava Hitmen undirhildið kring alt landið við sínum lívliga, nærverandi og vælsvingandi poppi. Teir spæla hittini hjá teimum størstu altjóða popptónleikarunum í nýggjari tíð og syrgja altíð fyri tí besta veitsluróminum til eitthvørt høvi.
Søren Haugaard Pedersen er serliga kendur og dámdur fyri at hava eina heilt serliga atdráttarmegi til sínar áskoðarar, og við sínum svarta runda hatti er hann lættur at kenna aftur á pallinum. Les samrøðu við fryntliga danan, sum ikki kann framføra uttan hattin, í nýggjasta Vikuskiftis Sosialinum.