Av tí at Posta ikki ber post út í dag, kemur mikudags-Sosialurin ikki í postkassarnar kring landið fyrr enn í morgin.
Sosialurin kemur út hvønn mánadag, mikudag og fríggjadag í árinum. Hetta verður bara órógvað, tá halgidagar eru, og tí er til dømis einki blað annan páskadag. Men Posta hevur flutt útberingina tær vikurnar, hjá halgidagur er mánadag, til týsdag og hósdag. Og tað órógvar tíverri útberingina av mikudags-Sosialinum hesar dagar.
Hetta fær Sosialurin tó einki gjørt við, uttan at biðja haldarar, lesarar og lýsarar okkara halda okkum til góða.










