Sosialurin: Johnny hevur kostað milliónir

Í Sosialinum í dag kanst tú lesa um triðju uppsøgnina hjá Johnny í Grótinum, sum nú er ógildað.

Tær eru dýrar at fáast við, hesar ólógligu uppsøgnirnar. Og nú eru tær somuleiðis tríggjar í tali. Og tvey aðalráð hava ógildað tær. Og landskassin skal betala - nú yvir 2.5 milliónir krónur í ógrundaðum uppsøgnum. 

 

Í Sosialinum í dag kanst tú lesa um uppsøgnina av Sigrid Christensen, fyrrverandi leiðandi ljósmóður á Landssjúkrahúsinum. Hon varð søgd úr starvi 31. august í fjør - seinast arbeiðsdagin hjá Johnny í Grótinum á Landssjúkrahúsinum. Og síðani hevur hon bíðað eftir niðurstøðu frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum um kæruna hon sendi stutt eftir uppsøgnina. 

 

Fríggjadagin kom niðurstøðan loksins. Hon fekk viðhald og uppsøgnin er harvið ógildað. Les alt um málið í blaðnum í dag.  

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og kann eisini keypast í talgildari útgávu á www.sos.fo