Sosialurin hevði bás á Fish Fair

Blaðskrivstovan, sum er í Saltangará, varð flutt oman á framsýningarøkið, og fólk komu úr Havn og Suðuroy at manna stevnu-redaktiónina

Fish Fair

Tíðindablaðið Sosialurin hevði bás á altjóða fiskivinnu-og alistevnuni, North Atlantic Fish Fair.
Blaðskrivstovan, sum er í Saltangará, varð flutt oman á Fish Fair, og týsdagin vóru vit trý skrivandi fólk á básinum umframt myndamaður, tvey fólk av marknaðardeildini og ein maður, sum kunnaði um SkipsSosialin.
Mikudagin vóru vit tvey skrivandi fólk, myndamaður og tvey fólk av marknaðardeildini. Seinnapartin mikudagin vitjaðu eisini tíðindablaðstjórin á Sosialinum og Rúna Sivertsen, sum er fastur free-lansari.
Bæði mikudagin og hósdagin vóru 2-3 skrivandi fólk á básinum umframt fólk frá marknaðardeildini og teknikari.
Meginparturin av tí tilfari, sum Sosialurin hevði um North Atlantic Fish, meðan stevnan var, varð skrivað á básinum.

Kunning

Umframt at skriva frá fiskivinnu-og aliframsýningini, var uppgávan hjá Sosialinum eisini at upplýsa um SkipsSosialin, um lýsingarmøguleikar og tilboð, og somuleiðis kundu fólk, sum vitjaðu básin, tekna seg sum haldarar fyri einans 200 kr. hendan ársfjórðingin.
Tríggir nýggir faldarar, sum lýsa hesar møguleikar, lógu frammi á básinum.
Fólk høvdu eisini høvi at fáa Fiskivinnu Sosialin, sum kom út herfyri, ókeypis. Blaðið er 64 siður við teksti og lýsingum, sum í fyrsta lagi snúgva seg um tey, ið sýndu fram á stevnuni.
Veggurin á básinum hjá Sosialinum var prýddur við forsíðum, sum eisini lýsa tey innleggsbløð, ið Sosialurin hevur. Myndir vóru eisini av ymiskum forsíðum og greinum, sum hava staðið í Sosialinum.
Á básinum hjá Sosialinum kundu fólk eisini fara út á internetið á tveimum teldum, sum settar vórðu upp til endamálið.