Tað er Jógvan Olsen, skipasmiður í Klaksvík, sum saman við Jaspuri Kruse og fleiri á Eiði, sum arbeiða við hesum ætlanum. Tað eru tvey pláss í Sunda kommunu at velja ímillum. Annað er við Norðskála og hitt er á Oyrarbakka.
Í sambandi við at nýtt útvarpshús skal byggjast, saknar Johan Mortensen, tíðindamaður, eitt kjak um útvarpið. Hann skrivar, at tað er at vóna, nú vit fáa nýtt útvarpshús, at útvarpsmyndugleikarnir gera sítt til, at framstig verða gjørd, og at útvarpið verður meira tíðarhóskandi. Útvarpið sendi tá bert um morgunin, á middegi og á kvøldið til umleið kl. 20.
Blaðið skrivar eisini, at upptøkurnar av Føroya filminum Rannvá verða lidnar næsta týsdag. Filmurin, sum verður liðugur í mars, hevur eina spælitíð upp á tveir tímar við føroyskari talu og tónleiki eftir Sibelius. Nøkur av teimum leikandi eru: Finnur Johansen, Elin Mouritsen, Guðrið H. Nielsen, Jørleif Kúrberg, Róland Samuelsen, Mortan Carlsen, Anna Maria Petersen, Hanna Joensen, Fraser Eysturoy, Asger Ásgeirsdóttir, Heri Haraldsen, Noomi Jul, Eydna Joensen, Fanny í Dali og Flóvin Jacobsen.
Á forsíðuni stendur at Spesialskúlin, sum verður bygdur á Frælsinum, verður liðugur fyrst í komandi ári.