Sosialurin: - Filipinsk skrivað søgu

Tann fyrsta filipinska kvinnan er nú útlærd sum sjúkrarøktarfrøðingur á Fróðskaparsetrinum

Filipinska Manilyn Estrella Jacobsen hevur skrivað søgu, tí hon er tann fyrsta filipinska kvinnan, sum hevur fingið útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í Føroyum. 

 

- Hetta hevur verið mín dreymur, sigur hon við Sosialin í dag. Blaðið hevur hitt Manilyn Estrella til eitt prát um útbúgving og lívið í Føroyum. 

 

Í blaðnum í dag er sjálvandi eisini stóra ítróttarblaðið, sum er á tremur við spennandi tíðindum úr ítróttarheiminum. 

 

Blaðið er í sølubúðunum nú.