- Hetta er eitt starv, sum eg altíð tími. Eg havi ongantíð havt nakað annað starv, har eg havi tímað so væl til arbeiðis hvønn dag.
Hetta sigur 32 ára gamli Jóhan Eliasen úr Fuglafirði, sum hevur arbeitt sum ruskinnsavnari hjá IRF síðan 2008 - fast í fimm ár og síðani sum avloysari.
Ruskinnsavnarar eru ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum hjá øllum í samfelagnum, og Jóhan Eliasen leggur merki til, at føroyingar sum heilt duga væl at virðismeta teirra leiklut í samfelagnum.
- Eg haldi persónliga, at føroyingar duga sera væl at virða okkum. Fólk siga onkuntíð við meg, at um vit skrellimenn eru vekk í eina viku, so finna øll útav tí, tí so flýtur skrellið allastaðni. Tá tað eru so nógv, sum halda vit eru undirmettir, so eru vit onkursvegna ikki undirmettir hóast alt - tvørturímóti.
Les longri samrøðu við Jóhan Eliasen í Vikuskiftis Sosialinum um, hvussu tað er at starvast sum ruskinnsavnari í Føroyum. Hann letur sum heild sera væl at, men summar avbjóðingar eru eisini.