Tað gekk ikki sum ætlað, tá ið løgreglan í Føroyum fekk boð frá starvsfeløgunum í Danmark at handtaka 42 ára gamla føroyingin, sum fyrr í vikuni bleiv dømdur í rættinum í Lyngby fyri at hava eggjað einari danskari kvinnu at fremja kynsligan ágang móti fýra ára gamla soni sínum. Ódnarveður gjørdi nevniliga sítt til, at maðurin slapp at ganga leysur í Føroyum nakrar dagar longri enn ætlað.
.
Í vikuskiftis-Sosialinum hesaferð er eitt tema um rættarmálið í Lyngby og ber millum annað til at lesa um hvussu løgreglan í Føroyum samstarvaði við donsku starvsfelagarnar at handtaka nú dømda føroyingin. Til ber at keypa Vikuskiftis-Sosialin í sølubúðum kring landið.









