Mentamál
Førdur verður ein miðvísur mentanarpolitikkur. Ein nútíðarhóskandi musikkskúli má setast á dagsskránna alt fyri eitt. Hetta mál skuldi fyri langari tíð síðan verið farið av bakkastokki. Ein býur við livandi tónleikalívi er ein ríkur býur.
Ferðslumál
Hetta er týðandi at fáa loyst í komandi setu. Vit ætla at endurskoða verandi vegætlan, so hon verður hóskandi til øktu ferðsluna.
Fyri at náa hesi mál, má dentur verða lagdur á, við størst møguligum sparsemi, og at útreiðslurnar verða hildnar innan ta av býráðnum samtyktu fíggjarætlan.
Til allar handverkarar
Nú arbeiði innan tað privata er minkað, eigur býráðið at seta skapandi verkætlanir í gongd, fyri at tálma arbeiðsloysinum.
Vatnland
Í komandi setu vil eg virka fyri at nútímansgera okkara nógv vitjaðu svimjihøll, soleiðis at bygt verður uppí hana eitt “vatnland” – til gleði fyri borgararnar. Glað børn = glað foreldur.
Eg vil verða tín tænari og ikki harri.
Gott val