Føroyingar eru eftirbátar í sosialum íbúðarpolitikki. Vit eiga at byggja rørslugóðar íbúðir, serliga smáar við eittans verilsi. Tørvur er eisini á størri og bíligum rørslugóðum íbúðum, men tær minstu eiga vit í løtuni heilt víst at raðfesta høgt ella hægst. Eitt aðalmál við mini-íbúðunum er, at húsaleigan skal vera so lág sum yvirhøvur gjørligt og helst undir ein triðing av fólkapensjónini. Tær verða mótvekt móti teimum alt ov høgu leigunum í Havn.
Nógv fólk í øllum aldri kundu hugsað sær slíka íbúð ? eingin ivi kann vera um tað! Stakir tilflytarar, brekað, pør, sum ikki krevja tað stóra plássið. Helst er brúk fyri fleiri hundrað í kommununi. Tær verða lættar at selja og at leiga út. Tær fara sum heitt breyð. Tað er bert at hyggja í bløðini undir lýsingunum um kømur og smáar íbúðir ? og tær vísa bert toppin á fjallinum.
Íbúðirnar hava stórar fyrimunir fyri byggikostnað og spardum øki at verða samanbygdar. Í rakstrinum spara heitir veggir hita. Bert eitt tak er at røkja til fleiri íbúðir. Um lendið hóskar, kunnu íbúðir eisini setast omaná. Treytin er slætt tún frá hur til koyriveg.
Fyri ein part skal kommunan blíva við at eiga lendið. Íbúðirnar á kommunalum lendi verða at rokna sum kommunalar sosialar íbúðir. Tær skulu ikki arvast, seljast ella latast øðrum leigara uttan við kommununi sum millumanni. Kommunan avger hvør næsti eigari ella leigair verður.
Yvirskipað skal kommunan tó alla tíð miða eftir, at tann sosiali parturin fyllir sum minst og tann sjálvhjálpni frí marknaðurin fyllir sum mest ? sjálvandi tað.
Tað er ikki at skilja, hví ein slík ætlan ikki er sjósett fyri langari tíð síðani. Kommunan eigur at avseta og byggibúgva grundstykkir til slíkar og aðrar íbúðir sum skjótast í allari kommununi, líka av Argjum og norður í Sundini.










