Tann 25. mars hildu Sosialistisk Ung aðalfund, har tey millum annað skipaðu nýggja landsnevnd.
– Á fundinum stillaði okkara fyrrverandi forfólk Herborg H. Gaardlykke ikki upp aftur, og takkaði fyri hesaferð. Vit vilja við hesum takka henni fyri hennara mergjað arbeiði, siga tey.
Á næsta nevndarfundi aftaná aðalfundin skipaðið nevndin seg soleiðis:
Paul Kjartan Matrass, forfólk.
Marianna S. Hansen, næstforfólk.
Pól Jóhannus Toftegaard Larsen, skrivari.
Jákup Joensen Eskildsen, kassameistari.
Erla Marr, nevndarlimur.
Rói Dam Dalsgarð, altjóða skrivari.
Torgerð Fryda Dagfinsdóttir Suðuroy, umboð fyri SU Suðuroy.
Mál at arbeiða fyri
Nýggja nevndin hevur set sær hesi mál at arbeiða fyri:
- At tvørkynd kunnu fáa løgfrøðiligt kynskifti
- Fleiri almennar bústaðir til øll
- Einari bindandi veðurlagslóg
- At leggja dent á sálarheilsu hjá ungum
- At tað skal vera frítt val til abort











