Júst í hesum døgum fyllur Rio+20 heimsráðstevnan nógv í miðlunum, og eitt av miðpunktunum í arbeiðinum fram móti einum burðardyggari heimi er frí almenn ferðing.
Um vit vilja tað ella ikki, so verður gongdin tann, at tað verður dýrari og dýrari at hava bil, og við árunum nærum ógjørligt hjá vanliga húskinum, tí oljuprísurin bara hækkar. Ein loysn má finnast, annars verður í framtíðini einans búgvandi í Havn.
Bussarnir, sum eru ókeypis í Havn, skapa trivnað og effektivitet.
Teir minka um ferðsluna av bilum, og gera tað gjørligt hjá fólki at liva uttan bil. Eisini dálka teir minni enn bilar - tað vísa allar kanningar.
Við at økja um játtanina á fíggjarlógini við eini 40 milliónum, fæst peningurin til vega, sum skal til fyri at avtaka ferðaseðlakostnaðin. Hetta svarar til knappar túsund krónur fyri hvønn føroying Tó kundi fíggingin komið aðrastaðni frá enn við beinleiðis hægri lønarskatti.
Íløgan verður skjótt spard inn aftur við at skifta til almenna ferðslu. Eitt nú slepst undan vegskatti, umframt útreiðslum til brennievni og trygging. Fyri landið merkir hetta færri bilar og minni slit á vegirnar, so útreiðslurnar hjá Landsverk minka.
Vit vóna, at uppskotið verður tikið í álvara av landsins myndugleikum. Tað nyttar einki at bíða, til fólk ikki longur hava ráð at halda bilin koyrandi - heldur fyrivarin enn eftirsnarin.
-....
Við SU-kvøðu
Sosialistisk Ung










