Alt bendir á, at sosialistiska stjórnin í Spania verður sitandi aftan á valið í gjár Sosialistaflokkurin PSOE vann valið, og José Luis Rodriguez Zapatero, floksformaður og forsætisráðharri, takkaði í nátt veljarunum fyri stuðulin.
-Vit fara at bøta um tað, sum vit hava gjørt rætt, og broyta tað, sum vit hava gjørt skeivt tey seinastu fýra árini, segði Zapatero í takkarrøðuni.
Men hann noyðist at fáa stuðul frá teimum borgarligu tjóðskaparmonnunum í katalanska flokkinum CiU fyri at fáa meiriluta í tjóðartinginum. Tað kunnu blíva truplar samráðingar, tí CiU fer uttan iva at krevja størri katalanskt sjálvræði afturfyri.










