Sosialhjálp til flaggskipið

Hjalmar N. Poulsen
Vestmanna
???????????????

Tað kom mær fyri oyra í Útvarpi Føroya herfyri, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, prioriterar Smyril-Line so mikið høgt, at hann er til reiðar at eftirgeva skuld til ovara endan av føroyska kapitalistastabinum, uppá bekostning av Palliba. Hetta er ovboðið. Ei undur í at almenningurin fær ilt í reyvina av slíkum framferðarhátti.
Stjórnin í Smyril-Line arbeiður av grimd fyri at finna loysnir í likviditetstrupulleikum, sum stolta millumlandaferðamannaskipið Norrøna er komið í, og appel er send Framtaksgrunninum um kreppuhjálp. Starvsnevndin í Framtaksgrunninum hevur sum kunnugt í forvegin úr at gera. Teir skulu jú eisini bjarga dugnaloysinum, sum feitu nevndarsessirnir í Fiskasøluni hava forvolt, soleiðis at hesin útreiðslu-postur í framtíðini verður fíggjaður av Fiskavirking ístaðin. Nógv fundarvirk-semi hevur verið bæði her heima og uttanlands. Ferðaútreiðslurnar fundarsalerini, pálegg og aðrar ódokumenteraðar útreiðslur, eru óiva blivnar til eitt høgt 6-ciffrað krónuvirði seinasta hálvári.
Hetta fyribrigdið, at taka lán til at gjalda lán og avdráttur, hevur mangan við ivasomum úrsliti verið roynt áður. Tað hava vit sæð so mong dømi um í kreppuárunum fyrrapartin í nítiárunum, tá húsagangurin var hvønndagsgestur manna millum. Tá var ongin, sum á hendan hátt bjóðaði Palliba sersømdir, sum í hesum føri talan er um.
Fyribils at eftirgeva 93 milliónir, er ikki bara sum at siga tað,- og serliga tá talan er um likviditetstrupulleikar. Við eitt sindur av algibraiskum kunnskapi, kann skjótt finnast útav at fyrra aktin av hesum "stuttliga" sjónleiki í fyrstu syftu kostar Landskassanum einar 5 milliónir krónur. Vinnumálaráðið sum so, hevur eftir mínum tykki, handlað í heimildarloysi, so tað forslær og eigur hetta at fáa fylgjur. Á føroysku fíggjarlógini eru mær vitandi ongin útreiðslupostur uppá 5 milliónir, sum ber navnið: "Sosialhjálp til flaggskipið". Kann vera eg taki feil,- loyvi mær tí at seta fíggjarmálaráð-harranum hesar, fyri almenninginum viðkomandi, spurningar:
1)Er á inniverandi føroysku fíggjarlógini roknað við, at landskassin missur pening, í samband við rentuútreiðslur og kurstap, tá ført verur fram, at Framtaksgrunnurin og harvið eisini Smyril-Line, verða fíggjarliga favoriserað, framum føroyska vinnulívið sum so?
2)Um so er, hvussu nógv, og hvussu er henda upphæddin fingin til vega?
3)Er ráðharrin kendur við, at handlingar sum henda, kann skaða trúvirðið hjá ráharranum í viðkomandi embatismáli?