Sosiala kontraktin í vanda

Sosialurin setti í gjár fokus á okk­ara skattaskipan. Vit fortaldu søg­­una um DIS'aran og familju hansara, sum javnan fáa at vita, at tey snúlta upp á onnur, tí maðurin ikki rindar skatt í Føroyum. Og vit fortaldu søguna um teir mongu føroyingarnir, sum tjena tilsamans 750 milliónir krónur uttanlands, men leggja at kalla allan sín skatt aðrastaðni enn í føroyska lands­húsarhaldið.
Vit hava valt at skipa okkara samfelag eftir norðurlendska væl­ferðarmodellinum. Vit hava eina sosiala kontrakt, har vit sum borg­arar rinda okkara skatt av okkara inntøku, aftur fyri sama rætt til somu vælferðartænastur. Tí er tað eitt vandatekin, tá borgarar byrja at ilskast inn á hvønn annan fyri ikki at lata sín part í felagskassan. Kenslan av at summi brúka allar vælferðartænasturnar uttan at gjalda sín part í felagskassan kann fáa tað ringasta fram í fólki.
Í somáta rakar aðalskrivarin í Kommunusamskipanini seymin á høvdið, tá hann ávarar um, at sosi­ala kontraktin er í vanda, nú vaksandi tal av føroyingum arbeiðir undir skattaskipanum, har lítið ella einki fellur í felagskassan, ið skal rinda fyri føroysku vælferðina. Syndr­ast sosiala kontraktin, fáa vit eina støðu við líkasælu og uttan felags ábyrgdarkenslu.
Tí er tað eitt neyðugt stig í tøk­um tíma, nú landsstýrismaðurin í fíggj­armálum sigur seg vilja rudda upp. Tað er neyðugt av praktiskum ávum, tí ein felagskassi, ið færri og færri rinda til, er við tíðini ikki nógv verdur. Og tað er neyðugt av politiskum ávum, tí vaksandi ónøgd og mistreysti millum skattaborgarar í einum landi fær svart arbeiði og sosialt snýt at vaksa sum ókrút.
Landsstýrismaðurin í fíggjar­mál­­­um vil broyta norðurlendsku tví­­­skattaavtaluna, soleiðis at skatt­urin fellur til gjaldingar, har fólk­ið býr, livir og brúkar væl­ferðar­tænast­urnar. Tað er eitt stig á rættari leið fyri at verja sosialu kontraktina.
Tað loysir tó ikki støðuna við teim­­um, sum sigla undir DIS og fáa nettoløn. Ella sum sigla undir FAS og har skatturin bara fer inn í felags­kassan at venda, áðrenn reiða­ríini fáa hann endurgoldnan. Vit kenna retorikkin um, at slík­ar skipanir eru neyðugar fyri kapp­ingar­førið hjá reiðaríunum. Men tá før­oysk sjófólk eru somikið nógv eftir­spurd, at tey kunnu brúkast á øll­um heimshøvum, so kunnu vit seta spurningin, hví reiðaríini ikki kunnu gjalda teimum eina løn, ið er somikið høg, at skattur kann rind­ast av henni.