Sosiala eftirlitið er avgerandi

Bent Jacob Hansen, leiðari í varðhaldinum, sigur, at í dag er talið nakað hægri, enn tá kanningin varð gjørd. – Tá kreppan kom fall kriminaliteturin. Tað er eitt serføroyskt fyribrigdi, men nú er talið hækka nakað og komið í eina javna legu, heldur hann

Bent Jacob Hansen, varðhaldsleiðari, minnist væl, tá kanningin hjá King’s College í London varð gjørd herfyri.
– Tað komu nakrir fyrispurningar frá einum universiteti, sum gjørdi eina kanning. Har varð spurt um miðaltøl og hvørt av sínum, svarar Bent Jacob Hansen, tá vit spyrja hann, um hann kennir nakað til tølini og kanningina, vit leggja fram fyri honum.
Bent Jacobsen Hansen starvast dagliga sum leiðari í varðhaldinum. Hann hevur tí sínar metingar um, hvussu tað ber til, at talið av innsettum er so lágt í Føroyum.
– Tá tey seint í 2005 hava spurt um miðaltal av innsettum her, hava tey fingið miðaltalið fyri 2004, tí vit hava einki annað miðaltal havt tá.
– Tá var kreppan yvirstaðin og talið av innsettum byrjaði spakuliga at vaksa aftur.
Tað er ikki av tilvild, at Bent Jacob Hansen nevnir kreppuna.
– Vit upplivdu nakað serliga føroyskt undir kreppuni, sum ikki er sætt aðrastaðni. Hjá øllum øðrum londum økist kriminaliteturin í krepputíð, men her upplivdu tað beint øvugta, har kriminaliteturin minkaði sum kreppan kom, fortelur Bent Jacob Thomsen.
Hann leggur beinanvegin dent á, at minkandi kriminaliteturin ikki komst av, at øll tey, sum annars stóðu fyri hesum, fluttu av landinum, tá ringu tíðirnar tóku við.
– Tað er enn soleiðis, at vit koma hvørjum øðrum við her í Føroyum. Vit hava nøkur serstøk virðir, sum vit virðismeta høgt, fortelur Bent Jacob Hansen, og sipar til felagskensluna, sum er millum føroyingar.
– Eg havi viðgjørt og kjakast um hetta við mínar donsku starvsfelagar, sum halda, at hetta er heilt serligt fyri Føroyar.

Nú 11,65
Bent Jacob Hansen greiðir frá, at frá 2003 og frameftir er talið vaksið javnt, soleiðis at dagliga miðaltalið fyri fólk, sum sótu í inni í fjør var 11,65.
– Nú er talið komið uppaftur á tað, sum var vanligt, sigur Bent Jacob Thomsen, sum heldur at miðaltalið er komið í eina nøkulunda fasta legu aftur, eftir fallið í og eftir kreppuárini.

Sosialt eftirlit
Men um vit ganga út frá, at tølini hjá hinum londunum á listanum ikki er vaksin, so høvdu Føroyar kortini verið millum aftastu londini á listanum, um miðaltalið 11,65 varð brúkt. Er tað nøkur serlig orsøk til, at talið er so lágt, ella skikka vit okkum bara betur í Føroyum?
– Tað er støddin á samfelag okkara. Vit vita øll hvør er hvør her. Tá onkur kemur inn til okkum, so sigur bara eftirnavnið hvaðani tú ert og hvør familjan er. Aðrastaðni eru fólkini bert CPR-nummur fyri hvørjum øðrum, heldur Bent Jacob Thomsen, leiðari í varðhaldinum.