Oljuvinna og árin
Spurningurin um hvørji sosial árin ein oljuvinna kann hava á føroyska samfelagið er nú reistur á tingi. Løgtingskvinnan Anita á Fríðriksmørk hevur sett Eyðun Elttør, landsstýrismanni skrivligan fyrispurning um sosialu árinini av eini oljuvinnu. Hon spyr:
1. Hvussu nógv arbeiðsfólk kunnu væntast at brúk verður fyri, um so verður, at olja verður funnin?
2. Innan hvørji arbeiðs/fakøki kunnu hesi í høvuðsheitum væntast at verða bólkað?
3. Verður tørvur á innfluttari arbeiðsmegi?
* og um so er, hvussu nógvum? og
* hvat slag av arbeiðsfólki er tá serliga talan um?
3. Hvørji árin væntar landsstýrið, at oljuvinnan kemur at hava á húsamarknaðin í Føroyum?
4. Hvat heldur landsstýrið átti at verið gjørt frá politiskari síðu til tess at stýra húsamarknaðinum?
5. Hvørji hagtøl mangla vit til tess at fáa lýst støðuna og til tess at kunnu fylgja gongdini?
I viðmerkingunum sigur tingkvinnan m.a. at kemur oljuvinnan til okkara, fer hetta uttan iva at fáa stór sosial árin á okkara samfelag. Vónirnar til eina komandi oljuvinnu hava longu sett gongd á tað avleidda virksemið, sum m.a. hevur verið við til at økt um fólkavøksturin og verið við til at eggja fólki og serliga føroyingum til at flutt heim til Føroya. Henda brádliga øking í fólkatalinum hevur elvt til rættiligt trýst á húsamarknaðin og húsaprísirnar, og tað er ikki óhugsandi, at júst hetta kann koma at vera við til at økja um stættarmunin í okkara samfelag sigur tingkvinnan víðari og hon heldur fram: -Familjur í høvuðsstaðum og við vanligum inntøkum og uttan serligan skattalætta, sum skulu til at seta føtur undir egið borð, kveppa seg við at keypa sær eini hús. Útboðið er so mikið lítið í mun til tann stóra eftirspurning, at tað endar altíð við, at prísirnir á sethúsum fara langt upp um virðið og upp um tað, sum vanligar inntøkur megna at gjalda. Hetta sama er galdandi fyri leigu av íbúðum/húsum.
Alt fólkið við í menningini
Anita á Fríðriksmørk sigur víðari, at tað er umráðandi , at vit tryggja okkum, at alt føroya fólk verður við í mennngini av oljuvinnuni. Gera vit einki, er stórur vandi fyri, at nøkur fá fáa allan fyrimunin, og at gloppið millum tey múgvandi og tey lægst løntu verður enn størri. Og tá stýra vit eftir einum stættarmuni, sum er sera ódámligur og kann fáa ógvisligar sosialar avleiðingar fyri okkara samfelag. Hetta, tí tað verða tey væl fyrikomnu, sum koma at gera av, um húsaprísurin hækkar, um einsamallir uppihaldarar, og vanligar arbeiðsfamiljur koma at hava ráð at keypa sær eini vanlig hús, ella hava ráð at leiga sær eina vanliga íbúð. Og eru so eingir alternativir íbúðarmøguleikar, so verður torført hjá tí vanliga føroyinginum at fáa sær líkinda tak yvir høvdið.
Víðari verður sagt í viðmerkingunum, at landsstýrið átti at miðað eftir, at tey, sum hava tann størsta vinningin, eisini hava tær størstu meirútreiðslurnar. Soleiðis kundu við tryggja okkum, at partur av tí peningi, sum tað almenna fær fyri oljuvinnuna, verður til gagns fyri tey, sum frammanundan eru við sviðusoð. Eitt, sum er sera týdningarmikið, er, at ferð kemur á alternativar íbúðarmøguleikar; og at vit fáa skipaðan íbúðar- og leigupolitikk. Hetta fer at økja um útboðið og harvið lækka húsa- og leiguprísin, sum eru á einum órímiliga høgum støði í dag. Tá høvdu ungar barnafamiljur, einsamallir uppihaldarar, eldri hjún osfr. havt møguleika fyri at leiga sær eina íbúð, ella keypt sær eina partaíbúð, sum er á einum lutfalsliga rímiligum støði, og sum er fyri ein prís, sum er rímiligur fyri hesi fólkini.
Keikanturin
Nomið verður eisini við spurningin um føroyskan keikant. Landsins myndugleikar hava sett krav um, at alt virksemi frá oljuvinnuni skal um føroyskan keikant. Hetta ynski var í hæddini fyri nøkrum fáum árum síðani, tá ið arbeiðsloysi var um 20%, men síðani er vend komin í, og arbeiðsloysi er nú komið niður á eini 3-5%. Og tað vil so aftur siga, at skal alt virksemi um føroyskan keikant, so eiga vit at gera okkum greitt, hvaðani hesi fólkini skulu koma. Skulu tey koma úr útlandinum, ella koma tey úr øðrum vinnugreinum her á landi, og um so verður, koma hesar vinnugreinir so ikki at mangla arbeiðsmegi. Hvussu er og ikki, so er umráðandi, at vit fáa at vita, hvat tað er fyri arbeiðsmegi, vit kunnu vænta, tørvur verður á, um tað er ófaklærd ella vælútbúgvið fólk, ella ein blandingur av báðum, og um vit hava hesi fólk í landinum, ella um vit mugu innflyta tey.
Tingkvinnan heldur tað annars hevði verið gott við neyvum data og hagtølum, sum lýsa støðuna í samfelagnum. Tá kundu vit fylgt gongdini frá nú av og í tíðini, meðan oljuvinnan mennir seg og gerst veruleiki. Tá høvdu landsins myndugleikar kunna fylgt gongdini og havt tøl fyri møguligum broytingum, sum ávirka sosialu broytingarnar í samfelagnum. Og soleiðis vita, hvørji tiltøk gerast neyðug. Og soleiðis eisini verið betur før fyri at vart okkum í móti væntaðum fløskuhálsum sigur Anita á Fríðriksmørk í viðmerkingum sínum.
(I hesum sambandi kann nevnast, at spurningarnir, sum tingkvinnan her reisir, vórðu umrøddir i samrøðu, sum Sosialurin hevði við Randi Fredriksberg, cand. scient í geografi tann 7. og 8. september í ár. Blaðm.)









