Sorl í Vestmanna

VÍF lat ikki stórvegis iva vera um, at teir í ár ætla sær at vera við í oddinum

Hondbóltur

Seinnu árini hava dystirnir millum VÍF og StÍF av álvara verið at mett sum toppurin av føroyskum hondbólti. Her var aloftast nakað av tí besta og mest spennandi, sum føroyskur hondbóltur hevði at borðreiða við.
Men tann tíðin er farin. Fyribils í øllum førum. StÍF hevur í ár sett sær fyri at byggja eitt nýtt lið upp, har størsti denturin verður lagdur á at innspæla nýggjar og yngri kreftir, heldur enn at satsa upp á útlendingar.
Og tað hevur eisini verið sjónligt í úrslitunum, har StÍF als ikki hevur megnað at liva upp til avrikini seinastu fimm-seks árini, har teir hava verið støðugur partur av oddinum.
Leygardagin varð hetta kraftiga undirstrikað í Vestmanna, tá strandingarnir rendu seg í veruligt illveður.
Fyrstu lítlu løtuna var annars ikki tann heilt stóri munurin, men tá VÍF um miðjan fyrra hálvleik slerdi turbona til, var einki at gera. Munurin vaks alsamt gjøgnum allan dystin, og at enda var talan um veruligt sorl av slíkum slag, sum StÍF sjáldan hevur upplivað seinnu árini, tó at hetta er tað næsta av slagnum hetta kappingarárið.
Við sigrinum slapp VÍF sær einsamalt upp á oddasessin, og gleðin um hetta mundi ikki gerast minni sunnudagin, tá tapið hjá H71 fyri KÍF var greitt.

Fakta um dystin
VÍF-StÍF 41-24 (20-12)
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 11, Daniel Rápa 8(1), Ingi Olsen 6(2), Áki G. Olsen 4(1), Jákup S. Andreasen 4, Áki Olsen 3, Harald Bjørgvin 2, John Zachariassen 2, Karl Johan Djurhuus 1
StÍF: Jón Rasmussen 7, Sveinur Justinussen 6(1), Leivur Justinussen 4, Alexandur Johansen 3, Regin Didriksen 1(1), Artur Johansen 1, Bárður Danielsen 1, Pauli G. Hansen 1
Brotskøst: VÍF 5, StÍF 5
Útvísingar: VÍF 5, StÍF 6
Dómarar: Heri Petersen & Brandur Johansen.