Sorl á Argjum

2. deild

Har var einki at ivast í, tá VB leygardagin vitjaði á Argjum AB hevur enn vónina um, at tað skal bera til at vinna sær heiðursmerki í ár, og tað var ikki við mýkindum, at teir tóku ímóti VB, sum fullkomuliga er steðgað upp í seinnu hálvu.
Ikki minni enn 7-0 gjørdist endaliga úrslitið, og tó at tað enn eru seks stig upp til Sumba á triðja plássinum, so kann hetta broytast í vikuni. Enn hevur dómsnevndin nevnliga ikki gjørt av, hvussu verður við kærumálinum frá dystinum millum júst Sumba og AB. Vinnur AB hesa, so eru teir ájavnir Sumba í stigum, og við muninum í innanhýsis uppgerðunum kunnu argjamenn tá sjálvir gera av, hvørt talan skal vera um heiðursmerkir longu fyrsta árið í aðru deild.

Dysturin í tølum
1-0: Johnny Samuelsen
2-0: Símun Hansen
3-0: Eyðun Samuelsen
4-0: Flóvin Jespersen
5-0: Pætur Dam Jacobsen
6-0: Svenning W. Hansen
7-0: Karl Leonsson