##med2##
AB vann í dag ein uppibornan 2-1 útisigur á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði, sambært høvuðsvenjaranum hjá AB, Sorin Anghel.
AB er nú á sjeynda plássið við 21 stigum, og sjálvt um HB er mótstøðuliðið á heimavølli úti í Vika á Argjum í seinasta leikumfarinum komandi leygardag, so slær Sorin fast, at teir í AB fara eftir at varðveita sjeynda plássið.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna "Triði Hálvleikur" á FM1 gjørdi við Sorin Anghel, ið heldur fast við tað hann tippaði í januar, nevnliga, at B36 vinnur FM.
2) Hoyr samrøðuna "Triði Hálvleikur" á FM1 gjørdi við Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi, ið ikki torir at peika á ein FM-favoritt millum B36 og KÍ. Jákup Martin upplivdi annars dystin á Eiði nakað javnari enn Sorin upplivdi dystin.











