Skála fer sunnudagin at vitja á Mølini. Hetta verður sætta ferðin, at henda grannauppgerðin verður. Um úrslitini av undanfarnu ferðunum verða nýtt sum grundarlag, so verður talan um fá mál sunnudagin. Skála hevur fimm ferðir spælt á Eiði. Liðini hava vunnið tveir dystir í part, og eina ferð hevur verið málleysur javnleikur. Málmunurin er 2-2, og tað er ikki enn komið fyri, at meiri enn eitt mál er komið í hesum uppgerðunum.
Í EB/Streymi hava Fróði Clementsen og Knút Vesturtún verið burturi við skaðum. Teir venja aftur við fullari ferð. Sorin Anghel noyddist sunnudagin at fara av vøllinum í Runavík beinanvegin eftir steðgin. Hann hevði koykt fótin illa, og Sorin hevur ikki vant saman við hinum í hesi vikuni.
Hóskvøldið noyddist Ronnie Samuelsen at gevast at venja orsaka av skaða. Fyrrapartin í dag vóru teir í EB/Streymi ivasamir, um miðvallarspælarin fór at verða førur fyri at spæla í morgin, og teir dugdu einki at siga um, hvussu tað verður við Sorini, sum fær nógva viðgerð. Teitur Joensen hevur higartil í ár verið uttarlaga í hópinum. Mikukvøldið styrkti hann ivaleyst um sína støðu, tá ið hann í fyrsta landskappingardystinum hjá næstbesta liðnum skoraði tvey mál. Tað var móti B68, sum EB/Streymur vann 3-2 á.
Fleiri mangla
Skála fekk fult aðru ferð á Eiði í fjør, og hin dysturin endaði málleysur. Fótbóltsspælið plagar ikki at vera nakað serligt í hesum uppgerðunum, men intensitetinum hevur einki bilað.
Pauli G. Hansen og Alexandur Johansen eru framvegis skaddir. Tað er Borgar Kristiansen eisini. Levi Hanssen er leikbannaður. Jónhard Frederiksberg hevur ikki vant saman við hinum í vikuni, men teir vóna, at hann verður førur fyri at spæla sunnudagin. Evni til teir fyrstu ellivu eru Debus Danielsen og Poul N. Poulsen.
Tað er ikki so nógv nytta í tí her og nú. Men á Skála fegnast teir um, at Arnhold Berg eftir krossbandsskurðviðgerð í fjør heyst er farin at venja aftur, og at tað sær út til, at Sveinur Justinussen eftir knæskaða skjótt kann fara at venja aftur.