Sorin: Kaj Leo fær ein mentanarskelk

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr hvat Sorin Anghel sigur um Kaj Leo í Bartalsstovu og Dinamo Bukarest

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Sorin Anghel, fyrrverandi fótbóltsspælara hjá EB/Streymi og AB, og núverandi hjálparvenjara hjá Víkingi. Hilmar Jan hevði samrøðuna við Sorin Anghel beinleiðis á Rás2 í sendingini "Hvonn Live", sum var send leygarkvøldið.

 

Hilmar Jan og Sorin, sum upprunaliga er úr Rumenia umrøddu óvæntaða spælaraskiftið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu til høvuðstaðarfelagið í Rumenia, Dinamo Bukarest, sum er eitt stórfelag í rumenskum fótbólti.

 

Sorin staðfestir, at Kaj Leo fer at fáa ein mentanarskelk, tí mentanin er so ræðuliga nógv øðrvísi í Rumenia enn í Føroyum. Kortini heldur Sorin, at Kaj Leo hevur tær fótbóltsdygdirnar, sum skulu til fyri at standa seg, og hevur Sorin góðar vónir um fótbóltsframtíðina hjá Kaj Leo í Rumenia. 

 

Sorin er sera fegin um, at rumenskir agentar hava fingið eyguni upp fyri føroyskum landsliðsspælarum, og tá Føroyar og Rumenia møttust á Tórsvølli í oktober spurdi teir hann um aðrar føroyskar landsliðsspælarar. 

 

Sorin er eisini fegin um, at nú fara nógvir føroyskir fótbóltsfjepparar at heppa á Dinamo Bukarest í rumensku fótbóltsliguni.