Alt bendir á, at EB/Streymur fer at hava fulla úrtøku norður aftur við, tá ið teir fara av Sandi við kós norður í Sundalagið.
Tá ið 2. hálvleikur var eitt korter legði EB/Streymur seg framum 2-0. Málskjútti var Sorin Anghel, sum sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann setti bóltin framvið Símun Rógva Hansen.