Sorin hevur funnið stevið

AB veteranurin skoraði hattrikk í Fuglafirði, og vísti harvið gamla máltevið

Í fjør hevði AB tvey stig, tá ið triðingurin av kappingini var farin. Eftir 4-1 sigurin í Fuglafirði er úrtøkan sjey stig, og ferðin í Fuglafirði bendir á, at Oddbjørn Joensen og AB eru á veg úr botninum.

Hesa ferð bíðar NSÍ, sum sunnudagin tapti 1-0 á heimavølli ímóti B36. NSÍ hevur bara vunnið tvey stig, síðani úrslitið í triðja umfari var 3-0 heimasigur á júst AB.

Hóast tapið ímóti B36 er NSÍ venjarin Trygvi Mortensen ikki so dapurskygdur:

-Vit spældu toppliðið sundur og saman í 2. hálvleiki. Marginalirnir vóru avgjørt ikki á okkara síðu, og vit kunnu brúka avrikið – serliga í 2. hálvleiki – at grunda uppleggið á, nú vit skulu spæla á Argjum.

Síðsta sunnudag var Monrad Holm Jakobsen miðverji. Tá noyddist hann skaddur av vøllinum. Tað vísti seg, at hann hevði brotið armin, og harvið verður hann ikki førur fyri at spæla í einar 5-6 vikur.

 

Meðan tað seinastu ferðirnar hevur verið soltið hjá NSÍ toppskjúttanum Klæminti A. Olsen, sum ikki hevur skorað síðani hann ímóti AB gjørdi tvey mál, so hevur Sorin Anghel hjá AB rættiliga funnið máltevið aftur. Oddbjørn Joensen hevur sett veteranin á ytsta framrættaða plássið í vinstru, og tað vísti seg at vera plettskot í Fuglafirði, har Sorin skoraði hattrikk.

-Vit hava alla tíðina roknað við, at tað fór at eydnast. Sorin Anghel syrgdi fyri, at vit hesa ferð vunnu úrtøku úr málmøguleikunum. Vit vita, hvat hann er førur fyri, og tað er týdningarmikið, at Jóan Símun Edmundsson nú er komin fyri seg. Í miðverjuni vann Dmitrije Jankovic nógv. Hann verður nógv verdur fyri okkum, heldur AB liðformaðurin Jónas Stenberg.

Skaðalistin er framvegis langur á Argjum: Dion Splidt, Andras Brixen, Gert Drangastein og Jógvan Skeel Nolsøe.