Í gjár fegnaðust tey í Sundalagnum um FM heitið, sum EB/Streymur við 3-2 heimasigri á NSÍ tryggjaði sær.
Ein av lyklaspælarunum á FM liðnum var Sorin Anghel. Tólv minuttir undan leikloki fór hann av vøllinum. Áskoðararnir fagnaðu honum, og Sorin tóktist serliga tilvitaður um hetta.
Eftir dystarlok og í øllum fagnaðinum um FM heitið upplýsti Sorin Anghel, at hann ivaleyst hevur umboðað EB/Streym fyri síðstu ferð.
-Nú fari eg í nakrar vikur at hvíla meg og hugsa meg um. Men tað er alt, sum bendir á, at eg ikki fari at umboða EB/Streym næsta ár, ásannaði 33 ára gamli Sorin Anghel, sum er ættaður úr Rumenia og hevur verið fastur maður á liðnum hjá teimum í Sundalagnum síðani 2001.
-Eg kenni meg ikki vera føran fyri at geva felagnum meiri. Vit hava vunnið tvey FM heiti og steypafinaluna fýra ferðir, og tað fegnast vit um, sigur Sorin Anghel.
Fyri einum ári síðani ljóðaði, at Sorin Anghel í ár skuldi spæla við AB. Í fjør mistu argjamenn uppflytingina í síðstu løtu, og so helt Sorin Anghel fram í EB/Streymi. Nú hevur AB tryggjað sær rættin at spæla í fremstu røð næsta kappingarár, og tað tykist rættuliga sannlíkt, at Sorin Anghel verður ein av teimum trimum royndu monnunum, sum teir í AB hava tosað um, at tað er neyðugt at styrkja liðið við, um tað skal standa seg í bestu deildini.










