TB er av mongum mett at enda aftast í Betrideildini í ár. Tvørámenn vístu tó í dag, at hesar metingarnar leggja teir líka í. Tað gjørdi TB við at vinna 2-1 á AB.
Ivan Ivanovic legði TB á odda fimm minuttir undan steðginum. Stefan Radosavljevic økti til 2-0 tá 11 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Tóki á Lofti gav AB eina lítla vón tá hann minkaði um munin til 2-1 stutt undan leikloki, men nærri kom AB ikki, og TB kundi fegnast um ein góðan heimasigur.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna sendingin "Triði Hálvleikur" á FM1 hevði við ein ógvuliga sjálvatfinningarsaman og nærmast skuldartyngdan høvuðsvenjara hjá AB, Sorin Anghel sum staðfestir, at TB vann ein uppibornan sigur, og hann gevur sær sjálvum skyldina fyri, at avrikið hjá AB var langt undir miðal. Sorin helt seg ikki hava sett spælararnar nóg væl upp til útidystin við Stórá í Trongisvági í dag.
2) Hoyr samrøðuna sendingin "Triði Hálvleikur" á FM1 hevði við ein fegnan 2-0 málskjútta, Stefan Radosavljevic hjá TB sum eisini greiddi frá hepna 2-0 málinum, ið hann legði navn til. Stefan heldur eins og Sorin Anghel, at TB var betra liðið. Stefan er serliga fegin um spælið hjá TB í fyrra hálvleiki. Stefan heldur tað er stuttligt, at kunna prógva, at "ekspertarnir" ikki altíð hava rætt í teirra metingum av TB.