Sorin Anghel til AB

Sorin Anghel spælir við AB komandi kappingarár. Tað staðfestur heimasíðan hjá AB í dag.

 

Í samfull tólv ár hevur Sorin Anghel spælt við EB/Streymi, men dysturin móti NSÍ, tá EB/Streymur vann meistaraheitið í oktobur, verður hansara seinasti fyri felagið.

 

Sosialurin hevur fleiri skrivað, at tað bara var ein spurningur um tíð, áðrenn avtalan kom upp á pláss. Tað ljóðaði longu í fjør, at Sorin Anghel var á veg til AB, men av tí at felagið ikki flutti upp, so datt avtalan niður fyri.

 

Sorin Anghel hevur skrivað ein eitt ára sáttmála við AB.

 

Mynd: Seinasta fetið hjá Sorin Anghel sum EB/Streyma leikari