Sorin Anghel nýggjan leiklut í AB

Tað er óvist um Sorin Anghel spælir komandi ár, men hann verður partur av AB

Sorin Anghel er nýggjur vernjari hjá 1.deild hjá AB. Tað boðar heimasíðan hjá felagnum frá í kvøld. Sorin Anghel hevur í tvey ár verið fastur partur av besta liðnum hjá felagnum, men nú tekur hann við nýggjari avbjóðing.

 

Sorin Anghel er í holt við venjaraútbúgving og skaðar gera, at tað er ivasamt hvussu nógv hann verður mentur at spæla komandi ár. Hann skal nú venja næst besta liðið hjá AB.

 

John Norðbúð, sum var venjari hjá 1. deild hjá AB farna kappingarár, skal venja MB komandi kappingarár.