Flogskiparin
Loftrúmið: Tað eru ikki smávegis túrar sum Hans hevur flogið millum Føroyar og Danmark.
Í roynd og veru eru teir um 3500 - sagt og skrivað: trýtúsundogfimhundrað! - í tali.
Neyvan man nakar annar hava gjørt honum hetta eftir higar til dags. Men í Atlantsflogi eru nógvir ungir flogskiparar, sum lættliga kunnu náa uppá eins nógvar túsundtals túrar og tímar.
Tað kundi tí neyvan undra nakran, at nú Hans gevst sum flogskipari hjá Atlantsflogi so átti tað at markerast við lít.
Tað byrjaði longu gjáramorgunin, tá flogfarið hjá Atlantsflogi lendi í Keypmannahavn. Tá teir nærkastu gateni stóðu sløkkiliðsbilar fyri flogfarinum og oystu tað undir í vatni sum eitt heiðursportur.
Hetta sama hendi eisini í Vágum í gjár, tá Hans lendi við flogfarinum nakrar fáar minuttir í tvey. Sama heiður hevði hesin maðurin uppiborið eisini á heimavølli.
Flogfarið setti seg og Hans hevði flogið sín seinasta túr við ferðafólki fyri Atlantsflog.
Í gjár kundi Hans flyta ferðafólk fyri Atlantsflog. Í dag var hann vorðin ov gamal til hetta, hóast ungur í sinni.
Hann hevur tó ongar ætlanir um at gevast at flúgva. Nú verða tað so ikki ferðafólk, men flogfør við øðrum farmi.
Vemodig móttøka
Sjálvur tekur Hans tað sera róliga, nú hann gevst sum flogskipari hjá Atlantsflogi.
Útkomin úr flogfarinum í gjár stóðu bæði stjóri og starvsfólk hjá Atlantsflogi, umframt onnur starvsfólk við flogvøllin fyri honum á breytini.
Øll ynsktu tey at heiðra henda mannin, sum øll hava so gott at bera og nógv at takka fyri.
At flúgva henda seinasta túrin úr Keypmannahavn í Vágar, - jú tað hevði verið ein serstøk uppliving.
- Skal eg siga tær akkurát sum tað var, so var tað eitt sindur vemodigt. Eitt sindur spesielt!, sigur Hans.
Fyrst fekk hann eina móttøku í Keypmannahavn, og síðani eina stórfingna móttøku á heimavøllinum.
- Nei, tað hevði eg als ikki væntað. Tá ein upplivir slíkt, so kann ikki umgangast at ein blívur eitt sindur rørdur.
- Sjálvt um man er blivin 65, so kann man hava følilsini í ordan fyri tað, sigur hann.
Egið flogfar
Hóast Hans hevur havt fulltíðarstarv sum flogskipari hjá Atlantsflogi, so hevur flogferðsla eisini tikið ein stóran part av frítíð hansara.
Sangurin aðrastaðni á síðuni vísir eisini á henda áhuga, og á áhuga hansara fyri haruskjóting.
Veruleikin er, at Hans hevur eitt annað lítið flogfar, sum hann hevur gjørt nógv brúk av.
Hinvegin so er hann ikki sleptur uppá fjall av Atlantsflogi.
- Eg skal ein túr yvir til USA eftir einum flogfari, sum vit skulu hava hagani.
- Eg skal sjálvur flúgva tað heim, sigur Hans. Hetta verður seinnapartin í apríl mánaði.
Annars hevur Hans ætlanir um at fara til Noregs at flúgva við einum smærri flogfari, sum skal gera landmátingar og annað arbeiði í tí sambandinum. Hetta verður einaferð í summar.
- Og so fari eg sjálvandi eisini at flúgva nógv við mínum egna flogfari, sigur Hans.