Sorgarleikurin í Noregi

Oddagrein

Tað er næstan ógjørligt at skilja. At ein sjúkligur maður við víðgongdum politiskum sjónarmiðum ein fríggjadag seinnapart kann gera av við næstan hundrað fólk í einum norðurlandi. Skelkurin um bumbuspreingingina mitt í Oslo var stórur, men hann endaði næstan í skugganum av óveruliga sorgarleikinum á Utøya, har út ímóti 90 fólk – mest ungdómar – vóru slaktað í einum óhoyrdum blóðbaði.


Hetta er beint í okkara grannalagi – í okkara norðurlendsku brøðratjóð. Vit halda vanliga, at vit liva í einum vælútbúnum, modernaðum parti av heiminum. Her er friðarligt og gott at verða, og samfelagið er opið og demokratiskt. Men hendingin í Noregi fríggjadagin vísur, at yvirgangur eisini er blóðugur veruleiki á okkara leiðum, og at fólkaræðið er eingin sjálvfylgja. Tað finnst fólk, okkara egnu fólk, sum hugsa øðrvísi og vilja tað øðrvísi, enn meirilutin vil. Og teirra víðgongdu sjónarmið kunnu verða so vandamikil, at tey enda við einum slíkum sorgarleiki, sum vit upplivdu fríggjadagin.


Áður hava vit upplivað royndir at fremja yvirgang í eitt nú Stockholm og Keypmannahavn, og nú hendi mest álvara álopið í Oslo og á Utøya. Hetta er ræðandi at hugsa sær. At tað tolerenta samfelagið, sum gevur fólki stórt persónligt frælsi, skal hýsa fólki, sum vilja drepa óteljandi ósek fólk fyri at broyta samfelagið.


Ein spurningur, sum uttan iva verður reistur komandi dagarnar, er, hvussu tað kundi lata seg gera. Hví var Breivik ikki avdúkaður, áðrenn hann slapp at fremja sína illgerð. Og tað er júst eitt stórt dilemma við fólkaræðinum. Vit vilja hava, at tað skal verða so frítt og opið sum tilber, men vit vilja eisini hava myndugleikarnar at verja okkum ímóti yvirganginum. Vit hava seinnu árini upplivað, hvussu yvirgangsálop hava gjørt nógv viðurskifti í okkara gerandisdegi trupulari, tí myndugleikar skulu kunnu fylgja við og avdúka fólk, sum ilt í kvittanum.


Norski forsætisráðharrin segði beint eftir álopini fríggjakvøldið, at svarið til slík fólk sum Breivik er meira fólkaræði og meira opinleiki. Hetta er ein góður boðskapur til okkum øll – eisini eina løtu, tá ið samfelagið verður álopið, og alt kennist óveruligt og tungt. Vit skulu virða hvønn annan, vit skulu tola ósemjur, og vit skulu rúma tí fremmanda. Tí mugu vit framhaldandi taka eitt tak fyri fólkaræðinum, fyri einum tolerantum og opnum samfelagi, sum kann hýsa øllum sløgum av fólki.



(sitat)


Vit mugu framhaldandi taka eitt tak fyri fólkaræðinum.