Danska TV2 fer í kvøld at sýna seinasta filmin hjá kenda danska filmsleikstjóranum, Nils Malmros, Sorg og Glæde.
Filmurin snýr seg um persónliga sorgarleikin hjá hjúnunum Nils Malmros og Marianne Tromholt. Tann 11. februar í 1984 drap konan níggju mánaðir gomlu dóttur teirra í eini psykosu.
– Tað er rætt, at kona mín í eini psykosu drap dóttir okkara fyri 29 árum síðani. Hon hevði tá verið innløgd í tveir dagar á Psykiatrisk Hospital í Risskov við eini manio-depressivari psykosu, men var komin heim at halda vikuskifti. Eg var tíverri úti og helt ein fyrilestur, meðan hendingin fór fram.
Soleiðis greiddi Nils Malmros, leikstjóri og føroyavinur, Sosialinum 2. august í 2013 frá hesi vanlukkuligu hending, sum hann tá hevði gjørt til film. Hendingin fór fram í heimi teirra í Højbjerg í Århus, har hjúnini enn búgva, tann 11. februar í 1984.
Lesið eisini: Nils Malmros – KONAN DRAP DÓTTUR OKKARA
http://www.in.fo/uploads/tx_news/Konan_drap_dottir_okkara.pdf
Eftir hendingina fekk konan, Marianne Tromholt, ein viðgerðardóm í hálvtannað ár. Hóast sorgarleikin, so hava hjúnini hildið saman øll árini.
– Men hvussu kunnu eini foreldur halda fram í hjúnalag eftir slíkan sorgarleik?
– Tað eydnaðist okkum at finna eydnuna og kærleikan aftur, og Marianne, sum er lærari, kom aftur til arbeiðis sum lærari og kundi liva eitt vanligt lív, segði Nils Malmros í samrøðuni við Sosialin 2. august í 2013, tá hann um sama mundið kunnaði almenningin um innihaldið í nýggja filminum.
Nils Malmros er kendur í Føroyum. Hann leikstjórnaði filminum um Barbaru eftir skaldsøguni hjá Jørgen-Frantz Jacobsen frá 1997. Hann hevur vitjað í Føroyum á hvørjum ári fleiri ferðir seinastu 20 árini.
TV2 vísir filmin Sorg og Glæde í kvøld klokkan 19 føroyska tíð.