Kjakið um viðferðina tey sinnisbrekaðu fáa, hevur fingið nýggja grund at byggja á í Noregi.
Orsøkin er sorgarleikurin, sum fór fram í Noregi fyrranáttina.
Ein sinnisbrekaður maður, sum hevði fingið útgonguloyvið frá Nordland Psykiatriske Sykehus, skjeyt tveir løgreglumenn, sum vóru komnir at handtaka hann.
Maðurin hevur verið innlagdur á Salten Psykiatriske Center við Nordland Psykiatriske Sykehus, har hann hevur fingið viðger fyri sinnisbrek sítt.
Hann fekk útgonguloyvi frá sjúkrahúsinum 3. mars og Olav Andresen, yvirlækni á sjúkrahúsinum, sigur, at tá sjúklingar fáa loyvi at fara av sjúkrahúsinum í fleiri dagar, so er tað tí, at tað verður mett at teir eru búgvnir at skriva út.
? Til týsdagin, tá hann ringdi til okkara, sá alt ú til at verða sum tað skuldi.
? Eftir tí, sum kom fram í samtaluni, bað eg læknavaktina boða løgregluna frá, sigur yvirlæknin við norska blaðið Aftenposten.
Hann sigur eisini, at sjúkrahúsið hevði samband við mannin nakrar ferðir týsdagin.
Hótti starvsfólki
á sjúkrahúsinum
Maðurin, sum er 46 ára gamal, var farin til føðibygd sína, Austbø, í Alstahaug kommunu.
Austbø er lítil bygd, bert uml. 200 íbúgvar, og har er vanliga sera friðarligt og ongin kriminalitetur, sigur býráðsformaðurin í kommununi við Aftenposten.
Týsdagin hevur maðurin um telefonina hótt starvsfólk á sjúkrahúsinum hann var innlagdur á, og grannar í Austbø.
Løgreglan fór á staðið við nýggju væl vápnaðum monnum. Teir vóru sera varnir, tí teir vistu at maðurin hevði eina riflu og eina rúgvu av lóðri.
Nærmastu grannarnir hjá manninum vórðu fluttir úr húsum sínum. Um trý tíðina mikunáttina fóru tveir løgrelumenn til eitt av grannahúsunum hjá manninum, fyri at kanna um nakar var í húsunum.
Brádliga dundu trý skot og so var alt kvirt. Tá hinir sjey løgreglumenninir komu á staðið, funnu teir starvsfelagar sínar liggjandi deyðar.
Hevði lænt byrsuna
Sinnisbrekaði maðurin hevði verið í Austbø í okkurt um eina viku, og hann hevði, so løgið tað ljóðar, lænt bæði byrsu og lóður, frá einum av teimum lokalu.
Áðrenn hendingina tosaði sýslumaðurin í Sandnessjøen við mannin í telefon. Har segði hann, at hann hevði latið fleiri skot av. Tí avgjørdi løgreglan at avbyrgja økið og halda børnini heima úr skúlanum.
Skúlin er ein av nærmastu grannum til húsið har maðurin búði.
Íalt vóru eini tríati fólk flutt burtur frá bústaði sínum.
Løgreglan syrgdi eisini fyri at steingja luftrúmið yvir Austbø, til maðurin var handtikin.
Um middagsleitið í gjár, avgjørdi sinnisbrekaði maðurin at yvirgeva seg.
Løgreglan gav manninum boð um at fara úr húsunum, og hann gekk eini 400 metrar áðrenn hann varð handtikin.
Løgmálaráðharrin væntar broytingar
Norski løgmálaráðharrin, Aud Inger Aure, segði í eini viðmerking við Aftenposten í gjár, at tað er væl møguligt at myndugleikarnir fara at broyta framferðarháttin móti vandamiklum sinnisbrekaðum. Í løtuni er ikki loyvt at fonglsa sinnisbrekaði meðan tey bíða eftir viðger, men tað er væl møguligt, at tað skal vera møguligt í framtíðini.
Annars heldur Aud Inge Aure, at hendingin í Austbø má seta nakrar ógvusligar spurningar í sambandi við vápnalógina, sum er til viðgerar í Stórtinginum í løtuni.
Eisini aðrir spurningar troðka seg fram í hølunum á sorgarleikinum.
Teirra millum eru trygdarviðurskiftini hjá løgreglumonnum í slíkum støðum og útgonguloyvini hjá psykiatriskum sjúklingum
Norskiløgmálaráðharrin segði annars í gjár, at hennara tankar hennara fyrst og fremst leita til tey avvarandi og starvsfelagarnar hjá løgrelumonnunum.









